Nú hevur Christian Andreasen mist tolið við Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Hann hevur, vegna seks av teimum sjey grannskoðarunum kært løgmann til Løgtingsins Umboðsmann vegna »ólógliga og ósakliga umsiting í sambandi við sonevnda grannskoðaramálið«, sum tað eitur í kæruskrivinum.
Víðari verður sagt: »Samstundis skal eg gera vart við, at eg meti, at Løgtingsins Umboðsmaður er ógegnigur at viðgera hetta mál, og fari eg tí at biðja um, at ein annar umboðsmaður verður útnevndur ad hoc til at viðgera hetta mál«.w
Longu tá málið av fyrstan tíð kom fram á sumri 2010, gjørdist Christian Andreasen partur av málinum eftir áheitan frá nøkrum av umrøddu grannskoðarum. Men hóast áheitan, vórðu grannskoðararnir ikki hoyrdir í málinum, og tað verður mett óheppið, tí grannskoðarayrkið er nógv tengt at tí áliti, ið hesir hava millum manna. Og tá ivi verður sáddur um førleikarnar, kann hetta skaða grannskoðararnar.
Men teir sluppu ikki til orðanna, og 4. november kom so Løgtingsins Umboðsmaður við sínari frágreiðing.
Í stuttum sigur LU, at løggildingin eftir hansara meting ikki var farin rætt fram, og Innlendismálaráðið verður átalað í frágreiðingini.
»Stutt eftir, at frágreiðingin frá Løgtingsins Umboðsmanni varð almannakunngjørd, sendi eg skriv til løgmann. Í skrivinum, sum er dagfest 9. November 2010, gjørdi eg vart við, at tað má vera eitt minsta krav í einum rættarsamfelag, at allir partar fáa høvi at gera sínar viðmerkingar, áðrenn nøkur stig verða tikin mótvegis grannskoðarunum«, stendur í kæruritinum.
Víst verður víðari á, at frágreiðingin hjá LU ikki er nøkur endalig løgfrøðilig niðurstøða. Men løgmaður letur ikki við seg koma.
Á løgtingsfundi 11. November 2010 gav løgmaður Tinginum frágreiðing um málið har hann metti, at Skráseting Føroya eigur at taka spurningin upp um eina afturtøku av løggildingini av grannskoðarunum.
Í kæruskrivinum sigur Christian Andreasen millum annað soleiðis um grundirnar fyri kæruni:
»Eisini gjørdi eg vart við (í skrvi til løgmann), at fleiri av niðurstøðunum hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki eru løgfrøðiliga rættar. Hetta er eisini samsvarandi tí, sum Vinnumálaráðið hevur staðfest í notatum til løgmann, eins og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum heldur ikki hevur kunna staðfest tænastulig brot, eftir at hava lisið frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni«.
Men hóast hesar sera álvarsligu ákærurnar, virdi løgmaður sambært Christian Andreasen, iki hesum ákærum eitt svar.
Umsíðir – 31. januar – kom tó ein teldupostur sum segði, at stjórin á Skráseting Føroya metti bæði seg sjálvan og allan stovnin at vera ógegnigan í málinum. Kortini boðar løgmaður frá dagin eftir, at hann »tekur til eftirtektar, at leiðarin fyri skrásetingina hevur mett seg ógegnigan«, og at hann tí fer at taka støðu til, hvør skal røkja starvið sum bráfeingis stjóri »í afturtøkumálinum«.
Men trupulleikin her er, at stjórin segði allan stovnin av vera ógegnigan, sum Christian Andreasen vísir á.
Handlar uttan heimild
Kortini boðar løgmaður í fjølmiðlunum 1. Mars 2011 frá, at hann hevur tikið avgerð um at seta ein fyribils stjóra á Skráseting Føroya at taka sær av grannskoðaramálinum.
Saman dag »boðaði eg Løgmansskrivstovuni frá, at eg ætlaði mær at kæra handfaringina av málinum til Løgtingsina Umboðsmann, samstundis sum eg bað um innlit í skjøl í málinum. Eg havi heldur ikki fingið nakað svar upp á hetta skrivið. Sostatt kann staðfestast, at Løgmansskrivstovan ongantíð í tíðarskiðinum frá 9. November 2010 til d.d. hevur viljað svara mínum skrivum«, skrivar Christian Andreasen.
Síðani verða løgfrøðiligu viðurskiftini umrødd, og sagt verður: »Eisini er tað grovt brot á fyrisitingarligar mannagongdir at taka ítøkilig stig mótvegis grannskoðarunum, uttan at teir verða hoyrdir framman undan«.
Nevnd verða síðani ein røð av viðurskiftum, sum løgfrøðiliga ikki eru í lagi, og víst verður á viðurskifti, har løgmaður hevur handlað uttan heimild.
Síðani verður sagt: »Hesi viðurskifti reisa tí ein prinsipiellan spurning um slík detailstýring av einum øðrum aðalráði og stovnum undir hesum yvirhøvur er í samsvar við tær heimildir, sum løgmaður hevur sum eftirlitismyndugleiki sambært § 33 í stýrisskipanarlógini«, skrivar Christian Andreasen.
At enda í kæruskrivinum verður biðið um time-out:
»Samstundis, sum henda kæra verður send til Løgtingsins Umboðsmann, verður ein áheitan send til løgmann um at steðga málsviðgerðini, til Løgtingsins Umboðsmaður er komin við sínari niðurstøðu í sambandi við hetta kærumál«.
Tað hevur ikki eydnast at fingið orðið á Christian Andreasen, áðrenn evstamark.