Fólkakirkjan skrivar soleiðis:
Løgmaður hevur útnevnt Mariu Jørðdal Niclasen til dómpróst. Hon tekur við embætinum tann 1. februar 2026.
Embætið var lýst leyst at søkja í august. Tríggjar umsóknir komu til embætið. Áðrenn løgmaður útnevndi komandi dómpróst vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.
Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.
Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu.
Sunnudagin 25. januar 2026 skipar biskupur Mariu Jørðdal Niclasen í embætið sum dómpróstur.











