Staðið er nú enn og kulari! Veggir eru málaðir og uppfrískaðir.
- Tað er ruddað og sorterað í lutum, og tær fýra hæddirnar í bygninginum hava fingið hvør sín leiklut.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Veghæddin heldur fram sum uppihaldsrúm, men tað verður latið meira upp. Niðasta hædd verður nú bara brúkt til tónleikaundirvísing og upptøkuhøli.
Lagt verður aftrat, at triðja hæddin hevur fingið eitt ítrivshøli við dartskivu, airhockyborði, nýggjum borðtennisborði, nýggjum poolborði, gaminghorni og øðrum.
- Eitt rúm eisini innrættað sum eitt listahøli, har tey ungu kunnu royna síni skapandi evni á ymiskan hátt.
Í ovastu hæddini eru øll ljóðførini flutt inn, og hæddin er ætlað til tónleikaligt samanspæl og drama.
Enn er eitt sindur rokaligt á Staðnum, men týsdagin eru tey klár at lata dyrnar uppaftur.
- Vit bjóða børnum í 4.- 6. flokki á gátt frá klokkan 15 til 18 týsdagin, 28. oktober, og tá fara vit at gera ymiskt stuttligt og eisini verður ein góður millummáli.
Lagt verður aftrat, at dyrnar lata upp fyri tannáringunum, sum ganga í 7. flokki og uppeftir - frá klokkan 19 sama dag.
Meira um Staðið kann lesast á www.vestmanna.fo
##med2##












