Í gjár skrivaði in.fo um evnisviku í Vágs skúla, har tey høvdu eitt lítið samfelag í skúlanum, har foreldur og onnur í gjárkvøldið komu innar at keypa vørur og tænastur.
Endamálið var at savna pening til Krabbameinsfelagið, ið hevur landsinnsavnan hesa vikuna. Fyrsta uppteljingin segði, at inn komu yvir 50.000 krónur.
Men nú er endaliga talt upp, og t.d. hevur Adventur breytin í Vágs skúla sjálvstøðug havt stuðulstiltak, umframt at aðrir snøklar eru taldir upp. Og nú er endaliga klárt, og rakk Vágs skúli í síni innsavnan upp um 60.000 krónur.
Endaliga uppteljingin gav úrslitið 60.271 krónur, ið fara til Krabbameinsfelagið.
Les eisini:












