Tað er væl av áhoyrarum í høllini. Flestu teirra eru komnir nakað til árs, men eisini nógv ungt fólk er komið fyri at lurta eftir enn einum bólki, ið skal framføra sín tónleik.
Flestu teirra kenna Eyðun her hann er á heimavølli í Kelduni. Hann er virkin tónleikari og lovsangsleiðari í samkomuni. Og júst farin um tey fimmti!
- Gott nokk eri eg ein gamal gubbi, men mær dámar so sanniliga rocktón....
Seinasti liðurin í hesum orðinum hoyrist valla, tí Eyðun hevur longu sett í gongd við guittara sínum rockguittaranum! Næsta lagið er byrjað.
Hann hevur sungið tveir aðrar sangir, men nú kemur hann til tann sangin sum líkt er til at honum dámar væl fyri ikki at siga allarbest at bera fram: Tað er ein kelda.
Tað er tann sálarliga veiki William Cowper sum í síni tíð skrivaði vøkru orðini í sanginum. Orðini krevja sína rødd og sín persón at bera tey fram. Eyðun eigur bæði!
Tað er tøgn í salinum hesa løtuna. Her vísir hesin royndi sangarin at slíkir sangir ikki bara skulu berast fram við líkasælu, men berast fram inniliga.
Ikki eingang lygn
Hann er ikki meiri enn liðugur við henda, tá tann næsti sangurin av sama slagi kemur fyri ein ikki minni kendur sangur: Djúpt í synd eg sokkin var.
Hann ger seg kláran, men má líka geva eitt gott orð við á vegnum:
- Sangurin ljóðar víðari: Skuldin hon tyngdi meg. Og tað tað er ikki eingang lygn!, sigur hann.
Aftur her vísir hann við royndum sínum, at hann meistrar hetta at bera teir kendu sangirnar fram til tey ungu anno 2006 við eini nútíðar útseting av hesum kenda sanginum.
Orðini eru so sigandi, og tey eru eisini júst í tráð við endamál hansara við sanginum: At peika á tann Jesus sum gav sítt lív fyri allan heimin.
- Hann gav ikki bara sítt lív, men hann reis eisini upp frá teimum deyðu. Vit kunnu møta nógvum fólkum millum ár og dag, men Hann er yvir teimum øllum, greiðir Eyðun frá, meðan hann fyrireika seg til næstan sangin - Krossfestur.
Ella rættari: Tað er ikki hann sum skal syngja, hóast tað er Eyðun Jacobsens Band sum stendur á palli. Nú eru tað kórsangarar hansara sum skulu sleppa framat.
Arvur
Tað er ikki hissini kórsangarar hann hevur við sær á pallin í roynd og veru er talan um tríggjar døtrar hansara.
Tær sleppa ein fyri og onnur eftir at vísa at tær duga annað enn bert at syngja afturvið. Tær hava sanniliga arvað sanggávurnar frá pápanum fyrst sang tann elsta teirra, Birgit Nónklett, síðani Kristina N. Hansen og at enda tann yngsta, Heidi Jacobsen.
Hesar megnaðu ómetaliga væl at bera ørindini fram, og tað er ikki yvir at dylja, at tær vóru á hædd við nakrar av bestu røddunum í landinum. Serliga Birgit hugtók áhoyrararnar við síni ráðu og sterku rødd. Vónandi verður meiri at hoyra til hana.
Umframt góða tekstin var framførslan kryddað við góðum myndum á stórskíggja, sum vístu júst, hvussu nógv tað kostaði Jesusi at verða krossfestur fyri 2000 árum síðani.
Boðskapurin um hesa hending er líka aktuellur í dag. Stílurin er kortini ein annar!
Fløga á veg
Seinni í heyst gevur Eyðun Jacobsen út fløgu við andaligum tónleiki. Talan er ikki beinleiðis um gospeltónleik, men andaligan tónleik sum ber brá av rokki og poppi.
- Tónleikurin er ofta merktur av tí aukustiska, sigur hann.
Eyðun hevur áður sagt við Planet, at á fløguni eru 12 løg. Níggju teirra eru sálmar í nýggjum hami, og síðan eru trý løg sum hann og dótturin hava skrivað.