Fótbóltspolitikkur
Hóast fólkatingsval var á skránni í gjár, so er tað tó ikki bert á hesum pallinum, at politikkur verður førdur. Politikkur er jú so øgiliga nógv annað enn tvey føroysk umboð á Christiansborg, og mitt í øllum meldrinum er eisini nakað, sum verður rópt fótbóltspolitikkur.
Nýggjur formaður skal finnast
Støðan í Fótbóltssambandinum er nevnliga tann, at á komandi aðalfundinum, sum verður hildin í antin januar ella februar, skal ein nýggjur formaður veljast. Skiparin seinastu mongu árini, Torleif Sigurðsson, hevur boðað frá, at hann nú mynstrar av.
Síðani tíðindini um hetta bórust, hevur nógv verið tosað og gitt um, hvør skal verða eftirmaðurin hjá Torleifi Sigurðsson. Nógvar leysasøgur hava ferðast kring landið, og meðan onkrar hava verið at kalla døgnflugur, hava aðrar verið meira seiglívaðar. Tað hava tó serliga verið trý nøvn, sum alla tíðina hava gingið aftur í hesum. Nevnliga nevndarlimurin í FSF, Dánjal Andreasen, aðalskrivarin, Ísak Mikladal og Christian Andreasen, sum í løtuni er limur í sáttmálanevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Valevnið hjá FSF
Hóast tað enn ikki hevur verið nøkur formlig viðgerð av formansvalinum í FSF, so hevur tað leingi ljóðað, at teirra uppskot til ein nýggjan formann verður Dánjal Andreasen úr Leirvík.
Dánjal hevur ígjøgnum nógv ár verið virkin í FSF, og at hann í dag verður roknaður sum ein av álitismonnunum speglast eisini aftur í, at hann í dag situr í nevndini hjá sambandinum, umframt at hann eisini er í fíggjarnevndini, landsliðsnevndini og lógarnevndini.
Sjálvur vil leirvíkingurin tó gera so øgiliga nógvar viðmerkingar til spurningin, um hann er ein av høvuðskandidatunum til valið.
- Hatta er ein spurningur, sum als ikki hevur verið til viðgerðar enn, so tað fái eg ikki sagt nakað um. Sjálvur havi eg so onga áheitan fingið um hetta, men sjálvsagt er tað nakað, sum eg vildi umhugsað, um ein slík skuldi komið.
Norðan
Heldur ikki aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur seg hava fingið nakra áheitan um at stilla upp til formansvalið.
Tað hevur annars ljóðað, at ein bólkur av feløgum í Eysturoynni saman við KÍ ætla at ganga saman um aðalskrivaran, men tað hevur so ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindi váttað.
Sjálvur sigur Ísak Mikladal, at hetta eru tíðindi, sum hann einki veit um.
- Tað er so einki felag ella nakar bólkur av feløgum, sum hevur vent sær tíl mín við eini áheitan um at stilla upp. Tí havi eg heldur ikki tikið nakra støðu til, um eg hevði eftirlíka einari tílíkari áheitan, men tað er sjálvsagt nakað, sum eg vildi umhugsað.
Suðureftir
Eftir er so Christian Andreasen, sum dagliga starvast sum advokatur, men sum leingi hevur verið aktivur á ymsum postum í FSF, og sum í løtuni situr í sáttmálanevndini.
Tað hevur ljóðað, at tey bæði stóru havnarfeløgini hava gjørt samgongu við suðuroyarfeløgini um hetta valevnið, og at arbeitt verður eisini við at fáa Vágoynna við í hendan bólkin.
Í mun til teir báðar omanfyri nevndu, so váttar Christian Andreasen, at okkurt tos hevur verið.
- Tað er rætt, at eg havi fingið onkra óformliga áheitan, men enn havi eg als ikki tikið støðu til, um eg fari at stilla upp, gerst talan um eina formliga áheitan.
- Tað veldst jú um so nógv, tí talan er um eina stóra uppgávu, og eg haldi meg ikki hava ov lítið at gera í gerandisdegnum, sigur Christian Andreasen.
Ikki Heðin
Annars hevur eisini ljóðað, at ÍSF forsetin, Heðin Mortensen, skal hava víst sessinum áhuga. Okkurt graml hevur verið frammi um, at hann enntá skal vera til reiðar at siga ÍSF-sessin frá sær, um hann kundi verið valdur í FSF, men hesum avsannar Heðin avgjørdur.
- Eg havi so onga áheitan fingið av nøkrum slag, og eg rokni so avgjørt ikki við, at eg hevði stillað upp kortini.
- At eg skal vera til reiðar at siga ÍSF-sessi frá mær, eru helst bara leysatíðindi av onkrum slag ,tí tað havi eg so ongar ætlanir um, sigur Heðin Mortensen um hetta.
Sostatt er líkt til, at talan í fyrsta umfarinum verður um teir tríggjar fyrst-nevndu kanditdatarnar, men fyri tað er ikki víst, at allir tríggir stilla upp. Millum annað veldst hetta helst eisini um tann uppbakning, sum teir møguliga kunnu fáa, og hóast eingin vil siga tað, so er eingin loyna, at feløgini so spakuliga eru farin at reka til valið. Enn er tó eitt fitt pettið, til gongan er komin í rætt, og ikki fyrr enn tá fæst endaligt at vita, hvør nýggi fótbólts-bossurin í Føroyum verður.