Síðan Útvarp Føroya bar tey tíðindini, at fíggjarnevndin hevði sent landsstýrismanninum við heilsumálum bræv við góðum ráðum, hevur tann fatan verið millum fólk, at tað er ein samd fíggjarnevnd, sum hevur skrivað brævið.
Eg skal við hesum avsanna, at Sambandsflokkurin hevur tikið undir við nøkrum brævi. Mær vitandi er tað meirilutin í nevndini, t.v.s. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum standa aftanfyri brævið, og ikki minnilutin, sum andstøðuflokkarnir umboða.
Tað er rætt, at øll nevndin hevur vitjað sjúkrahúsini, og tað er gott hugskot, tí fyri politikarar er tað ein fyrimunur at síggja og hoyra nakað av tí, tey skulu viðgera og taka avgerðir um. Fíggjarnevndin, sum sat áðrenn, var eisini og vitjaði sjúkrahúsini í síni tíð.
Trupulleikarnir, sum heilsuverkið hevur at dragast við eru nógvir, og soleiðis er ikki bara í Føroyum, men tað er føroyska heilsuverkið vit skulu virka fyri, og sostatt er tað okkara ábyrgd at leggja støðið.
Sambandsflokkurin hevur raðfest heilsuverkið frammarlaga í hesum valskeiði, men tíverri fingu vit ikki møguleikan fyri ávirkan, sum vit høvdu ætlað.
Vit ásanna eisini, at tað ikki bara er ein spurningur um pening, tí fyrst og fremst má hyggjast eftir, hvussu peningurin verður brúktur. Vit eru væl vitandi um, at nútíðin og tekniska menningin krevur nógva fíggjarliga orku, sum førir við sær, at vit sjálvi mugu seta mørkini hvar og hvussu langt vit vilja fara. Eitt er vist, tað er ikki nóg mikið, um nakrir yvirlæknar eru nøgdir, tí tað skulu onnur starvsfólk helst eisini vera og ikki minst sjúklingurin og tey avvarðandi.
Vælferðarsamfelagið kostar
Tað kostar at reka eitt vælferðarsamfelag, og tað er bláoygt at billa fólki inn, at alt verður líka gott ella kanska betri við minni av peningi. Tað, sum um ræður, er at meta, hvat vit fáa fyri pengarnar, og hvørji úrslit vit kunnu røkka.
Bara at krevja kvalitet og so finnast at teimum, sum erliga siga frá, hvørjar fylgirnar verða, tá sparast skal ella sparast skal meira, m.a. tí sáttmálabundnar lønir hækka, er órímiligt.
Ein orsøk til nógv umrøddu umbønirnar um eykajáttanir á løgtingi stava vanliga frá tí veruleika, at ov lítið er játtað, hetta fyri at prógva fyri Føroya fólki, at tað ber væl til at fíggja føroyska fullveldissamfelagið ! Sum eitt dømi kann nevnast tað, sum nú hendir við siglingini til Norðuroyggjar!
Eru tað ikki júst samgongumenn, sum sjálvir hava ávirkað og góðtikið fíggjarlógina, ið ikki vilja góðtaka úrslitið ?
Nú verður bíðað eftir, hvat annað øki í landinum skal gjalda tann prísin !
Heilsuverkið er takksamt øki at fara eftir, tí tað er so komplekst, at peikast kann ikki rættiliga á enn, hvar pengarnir fara, og tí eigur fyrsta stigið júst at verða ein kanning av tí spurninginum. Síðan mugu politikarar saman við teim, ið starvast innan heilsuverkið, seta út í kortið, hvar støðið skal leggjast.
Brævið til landsstýrismannin
Eitt hitt størsta mistakið hjá hesi samgongu var at skerja okkara inntøkur við næstan 400 mill. kr. uttan at seta nakað annað í staðin, bert fyri at prógva at vit vóru so røsk og dugdu best. Men nú stendur á, og tey tómu orðini skapa onga vælferð ella nøgd men ónøgd, fyri ikki at tala um klandur millum samgongupolitikarar.
Sambandsflokkurin kann ikki taka undir við meirilutanum í fíggjarnevndini og teirra støðu til sjúkrahúsini. At samgongan samskiftir við sín landsstýrismann er ikki óvanligt, men hon skal ikki gera sínar viðmerkingar fyri okkara rokning og harvið binda okkum onnur niður.










