Royndarframleiðsla á Rosebank alstóran týdning fyri okkum

-Hetta er ein stór løta, sum kann fáa positivar avleiðingar fyri leitingina á føroyska landgrunninum sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum um fyrstu royndarframleiðsluna hinumegin markið

-Eg havi bíðið við spenningi, hvat fór at henda eystan fyri markið, nú man hevði eina fjalda vón um, at boringin á basaltinum í fjør fór at geva meira, enn hon gjørdi. Hon var eitt lítið vónbrot, hóast vit gleddust um, at hon tøkniliga var væleydnað. Tí var spenningurin so mikið størri hesaferð, tá Sosialurin og Portalurin kundu boða frá, at Chevron er farið at testa Rosebankbrunnin sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum eftir at manningin á Lómi seinasta sunnudag kundi staðfesta, at royndarframleiðsla av olju fór fram á boripallinum Transocean Rather skamt frá føroyska markinum.

 

- Eg eri tí sannførdur um, at vit standa á einum nýggjum vegamóti. Vit eiga tó at læra av 2001, at vit ikki hava ov bjartar vónir, men við tí vitan eg havi sum landsstýrismaður um arbeiðið hjá Jarðfeingi, so er tað so nógv, sum bendir á, at strukturarnir okkara megin markið eru sera átøkir teimum á bretskum øki. So tað skal vera løgið, um vit ikki kunnu síggja fram til, at tað eisini verður til okkurt okkara megin markið eisini. Um royndirnar hjá Chevron vísa, at her er talan um rakstrarverdugar nøgdir av kolvetni, so hava vit í hvussu er orsøk til at vera bjartskygd.

 

3. útbjóðing

Bjarni Djurholm sigur, at Jarðfeingi í august fer at leggja seinastu hond á lógaruppskot, sum hann fer at leggja fyri tingið til 3. útbjóðingarumfar. Hann metir sjálvur, at vísir tað seg, at Chevron, Statoil, OMV og DONG hava rakt við olju í rakstrarverdugum nøgdum hinumegin markið, so kann hetta fáa týdning fyri komandi útbjóðingina við tað, at oljufeløgini tá fara at hava størri áhuga fyri henni.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at alt, sum kann vera við til at eksponera okkara øki, er týdningarmikið, eisini tað at ein føroyskur skipari er tann fyrsti at taka myndir av eini royndarframleiðlsu so nær markið. –Hetta er við at lyfta uppundir tann boðskap, sum vit gjarna vilja geva fyri at fáa oljufeløgini at venda eyguni henda vegin. Út frá tí sjónarhorni eg siti í eru seinastu tíðindini um royndarframleiðslu tætt við markið einki minni enn ein gleðisløta.

 

Hetta letur so eisini upp fyri nøkrum langtíðar politiskum perspektivum leggur landsstýrismaðurin aftrat. Tað setir yvirtøkulógina í eitt heilt nýtt og uppaftur betri ljós. --Vit kunnu bara gleðast og vóna, at tað fer at ganga, sum ætlað.

 

Lykil til fullveldi

Bjarni Djurholm hevur áður víst á, at nógv olja á føroyskum øki kann vera duraupplatarin ella lykilin til eitt sjálvstýrandi Føroyar. –Avtalan, sum Atli Dam, sáli gjørdi um undirgrundina á sinni, merkir, at finna vit olju í rakstrasrverdugum nøgdum, sum gevur føroyska samfelagnum inntøkur, so verður tað mótroknað í ríkisveitingini, og tað er ikki meira enn sjálvsagt. So tað stigið varð longu tikið í 1992, og var tað eitt framtíðarperspektiv. Ì 1998 gjørdu vit so aftur eina avtalu við danir, har vit fingu niðurfryst 500 mió. kr. av skuldini. Tað sá eg sum, at kom man hartil, so hevði man sett hurðina uppá víðan vegg fyri at avvikla fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Og við tí seinastu avtaluni við yvirtøkulógini, hevur man slóðað fyri, at man millum Føroyar og Danmark kann hava eina lagaliga skipan við yvirtøku av málsøkjum, sum so kann enda við, at føroyingar taka fullveldi, tá føroyingar vilja tað. Uttan at blanda olju uppí hesa tilgongd, so kann man siga, at tað er eisini eitt ljóspunkt í so máta, tí alt gongur upp í eina hægri eind.

 

Bora við markið í 2008

-Fáa vit góð tíðindi frá Rosebanktestingini í komandi viku, so kann man rokna við, at vit longu í 2008 ella 9 fáa boringar okkara megin markið, og verður tað úrslitið positivt, so ganga tað ikki meira enn eini 5 ár, til vit taka upp olju í rakstrarverdugum nøgdum. Er tað so, at teir hava rakt við olju nú, so kann framleiðslan byrja har í 2010 ella 2012. Raka vit við olju í Føroyum í 2008 ella 2009, so eru vit kanska í 2015, tá oljan rennur.

 

Landsstýrismaðurin er somuleiðis spentur uppá boringina hjá BP á landgrunninum í heyst. Men í løtuni eru tað so kanningarnar hinumegin markið, sum kunnu fáa størsta týdning fyri áhugan fyri føroyska økinum, nú nógv bendir á, at oljuberandi løgini í Rosebank eisini finnast á føroyska landgrunninum.