Koltur – Eitt livandi inni- og útisavn

Sjúrður P. Joensen
------
Wellington vann ikki einsamallur slagið við Waterloo og heldur ikki stóð Nólsoyar Páll einsamallur á Fløtuni Fríðu og bygdi skip – nei, teir høvdu sínar hjálparar.
At brúka politiska tíð og orku uppá, at skipa Koltur til eitt lívs- ella virðisskapandi inni- og útisavn er ikki neyðugt - oyggin er longu tað. Savnið hevur verið har í meir enn 1000 ár.
Ein gamal sandingur fortaldi mær, at fyrstu ferð hann sum 14 ára gamal var úti í verðini, var tá hann var vesturi í Koltri sum hoyfólk. Hetta sigur nógv um - at vit hava eitt gott land at búgva í og kunnu saktans hava alla verðina í Føroyum - ikki bara í Koltri.
1992, fyrstu uppafturlaðingarnar
Í 1992 var farið at byggja uppaftur í Koltri tað, sum forfedranir høvdu bygt, sum hevði verið grundarlagið fyri at kunna virka og liva á oynni. Í 1992 var av álvara settur skjøtil á laðingina, aftaná harða og ringa veturin 1988/89. Pápi mín, Jóan Jacob Joensen í Koltri, húsavíkingurin grót- og laðingarsmiðurin Jens Pauli Dam og eg gjørdu fyrstu laðingarnar, ímeðan skopuningurin, Mortan Winther Poulsen, var tann nærlagdi timbursmiðurin.
Tað komu eisini arðir góðir smiðir upp í arbeiðið, m.a. Hergeir Jacobsen í Nólsoy og Dánjal Petur Müller í Kvívík. Tað lá ikki fremst í huganum at gera oynna til nakað serstakt - Koltur var serstøk, sum so nógv onnur støð í Føroyum.
Eftirlíkning
Heimildarfólkini t.v.s. fólkið, sum er uppvaksið á staðnum, kunnu ikki efturlíknast. Nógv hava slitið sínar barnaskógvar og onnur sínar vaksnamannaskógvar í Koltri. Uppaftur onnur, sum vit ikki mugu gloyma, hava haft tilknýti til Koltur bæði summar og vetur. Tey liva enn tann dag í dag í besta velgående. Tey kenna væl orginalu koltursfólkini, bæði tey sum farin eru og okkum onnur, sum ikki eru farin.
Skeytið
Skilligt var í 1993, at tann inntøkan, sum kom frá landbúnaði í Koltri og til deils úr sjónum, ikki var nóg stór til at nakar kundi liva av henni soleiðis, sum samfelagið er í dag. Hettar tíðarskeiðið, sum hevði uppihildið einum samfelagi og breyðføtt nógv ættarlið, var ein farin tíð. Tað átti ikki at verið so ringt at tikið næsta stigið: at avtikið búðstaðarskylduna á kongsfestinum í Koltri.
Romantikkurin livdi í besta vælstandi - "Sum tað var deiligt í Koltri" - tað í sær sjálvum er jú fantastiskt, onki ringt um tað, nógv ber til, við og í romantikki, men hann aleinaður betalur ikki rokningarnar og soleiðis var eisini í Koltri. Danska orðatakið sigur - skal man nyde må man yde - Koltur var tíðanverri blivin ov lítil til ein nú- og framtíðar landbúnað.
Í 1993 varð Kolturskjeytið, sum var meiri enn 1000 ára gamalt, tileinkisgjørt. Tað vil siga, at heimildarfólkini vóru strikað, misti øll síni rættindi í Koltri ímóti sínum vilja.
A.P.Møller Grunnurin
Arbeiðið at laða uppaftur, sum byrjaði í 1992, fór at halda á fram. Uppskotið um røkt av kongsfestinum uttan bústaðarskyldu, vann ikki frama hjá Jarðarráðnum, men arbeiðið við at restaurera helt tó fram í nøkur ár.
Byrjað varð aftur av nýggjum, við nýggjum smiðum og við grótlaðaranum og pionerinum úr Húsavík Jens Paula Dam, og nú við peningi úr A.P. Møllers Grunninum.
Peningurin úr A.P.Møllers Grunninum, vóru kærkomnir. Stuðulin hevur hildið lív í oynni hesi seinasti árini. Nú er so liðugt við teimum penginum.
Napoleon Bonaparte
Øll hava vit lisið ella hoyrt í skúlanum um tann franska herleiðaran Napoleon Bonaparte. Jógvan Arge las herfyri upp í útvarpinum um , tá ið Napoleon fór inn í Moskva og yvirtók Kreml og harvið hevði hann tikið valdið á Rusland.
Napoleon regeraði í Kreml í teirri trúgv at hann kundi stýra Rusland. Hann ivaðist heldur ikki í at Aleksander Sarur fór at koma at banka uppá dyrnar – sami sarur sum Napoleon og hansara fólk hevði blakað út úr Kreml. Sarurin kom tó ongantíð.
Arbeiðið hjá ráðgevanum og umboðnum hjá Koltursgrunninum er liðugt, Mærsk hevur skoðað arbeiðið. Hvat er so eftir? Ja, tað er ikki at gera sum Napoleon Bonaparte - at bíða eftur sarinum.
Sjúrður í Koltri