Formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, Frits Olsen, sigur, at hasar skeljaroyndirnar eru tvætl úr enda í annan.
Hann vísir á, at tá Fame fyri nøkrum árum síðan var á økinum norðanfyri, geldi hann hvønn skølt og hvørja grynnu, sum útróðrarmenn fyrr plagdu at troyta. Og hann er bangin fyri, at tað sama fer at henda nú, Fiskirannsóknarstovan fer at gera nýggjar royndir.
Frits Olsen heldur, at skal hetta verða lagið, er betri, at teir har suðuri í Havn bara lata útróðrarmenninar fáa pengar fyri bátarnar og so leggja allan flotan.
»So kunnu trolararnir fara við tí, sum er, tí tað gera teir kortini,« heldur hann.
Eitt er, at tað ikki er flotandi alt summarið ígjøgnum fyri trolbátunum, sum liggja heilt inni á fýra fjórðingum. Men skal nú eisini skeljatrolingin byrja aftur, verður ikki livandi at fáa norðanfyri.
Eingin vil vita av hasi driftini, sigur Frits Olsen, formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag.
Hann vísir á, at tá Fame lá har norðuri, varð mótmælt. Ikki færri enn 1784 undirskriftir vórðu savnaðar móti hesi trolingini.
»Men nú, fiskur er við at koma aftur, fara teir, Guð hjálpi mær, aftur at oyðileggja botnin,« sigur Frits Olsen.
Eisini aðrastaðni
Frits Olsen sigur, at skeljaveiðan, sum verið hevur undir Føroyum, hevur oyðilagt góðar hýsuleiðir hjá klaksvíkingum.
Til dømis suðuri á Svartabergi, teir kalla, sigur Frits Olsen, var heilt væl av góðari hýsu at fáa fyrr. Men nú er tað liðugt. Og hetta hóast væl av hýsu tykist vera aðrastaðni, har friðað er.
Tað eru ikki menninir, sum eru við Norðheim, sum eru syndararnir, sigur Frits Olsen. Tað eru teir, sum sita á kontórunum suðuri í Havn, sum ikki hava ánilsi av, hvat teir gera. Teir sita við eitt borð við eini lineal og strika út í kortið.
Har skal so roynast, halda teir, uttan at skeita til, um hetta kanska er leið, har útróðrarmenn annars plaga at fiska.
Frits Olsen, formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag heldur ikki, at Fiskirannsóknarstovan við slíkum politikki røkir tær uppgávur, hon eigur.
Fiskirannsóknarstovan skal syrgja fyri at gera alternativar fiskiroyndir eftir sløgum og á støðum, vit einki kenna til.
Á Norðhavinum vita allir menn, at fiskur er, og hann hevur altíð verið veiddur har.
»So hetta er einki alternativ,« heldur Frits Olsen.
Skal hetta verða lagið, heldur formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, at nógv betri er, at seymur verður sligin í hurðina á Fiskirannsóknarstovuni.
Formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag er bangin fyri, at hendan royndarveiðan, sum nú verður loyvd, fer at verða líka umfatandi, sum royndirnar hjá Fame vóru í síni tíð.
Fame lá á stórum øki norðan fyri, og teir trolaðu so langt suður í Djúpini, at ljósini í Funningi fóru undir, sigur Frits Olsen.
Hann sigur, at Fame royndi við trimum trolum og hálaði bara eitt í senn. Sostatt vóru alla tíðina tvey úti. Og tað vóru í tonsavís av gróti á dekkinum, sum so bara vórðu tveitt út aftur, har teir vóru staddir.
»Tað sigur seg sjálvt, at slík viðferð oyðileggur botnin og livilíkindini hjá fiskinum,« sigur Frits Olsen, formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag.
Avmarkað øki
Men hesar royndirnar, verða ikki so umfatandi, verður sagt av Fiskirannsóknarstovuni.
Skeljatrolingin, sum útróðrarmenninir norðan fyri mótmæla, er í fyrsta lagi ein kanning, sum Fiskirannsóknarstovan fer at gera komandi árið.
Talan er um eitt rættiliga avmarkað økið, sigur Árni Nicolajsen á Fiskirannsóknarstovuni. Okkurt um ein ferfjórðing til støddar.
Hetta økið er norður úr Kallinum, og positiónirnar eru:
62° 26? N - 62° 27? N
06° 45? V - 06° 47? V
Á hesum økinum fer Norðheim, sum Fiskirannsóknarstovan hevur leigað til endamálið, at gera kanningar av ávirkanini, ein møgulig skeljaveiða fer at hava á botnin, har roynt verður, sigur Árni Nicolajsen.
Norðheim liggur klárur at fara avstað, men bíðar í løtuni eftir líkindum.
Tríggjar royndir
Hetta økið, roynast skal á, verður býtt í trý fyri at vita, hvussu tey ymsu økini síggja út, áðrenn og eftir, at royndin hevur verið.
Norðheim fer at royna við ymiskum reiðskapi hesa tíðina, hann verður á Norðhavinum.
Fyrst verður farið við einum sonevndum »trýskravara«, sum tekur royndir av tí, sum livir á botninum. Eisini verður brúkt eitt 12 fóta dregg.
Hesar royndirnar vara bara nakrar dagar.
Síðan verður trolað sum vanligt á trýbýtta økinum.
Fyrsti triðingur av kassanum verður totalfriðaður. Á øðrum verður nakað av roynd, og á tí triðja verður nógv roynd.
Roynt verður við vanliga trolinum, Norðheim dagliga brúkar.
Hendan royndin stendur við einar tveir mánaðar ella so. Síðan verður farið aftur við »trýkantsskravaranum« at vita, hvussu lívið er á botninum, har roynt hevur verið, samanborið við, har friðað var.
Hesar vistfrøðiligu kanningarnar verða so endurtiknar í februar og august mánaða næsta ár, sigur Árni Nicolajsen á Fiskirannsóknarstovuni.
Skeljar eru
Grundin til, at hesar royndirnar verða gjørdar nú, sigur Árni Nicolajsen, er tann, at menn hava viljað sloppið at trolað eftir skeljum, sum teir vita eru har.
Av Fiskivinnuumsitingini í Tinganesi verður sagt, at meira enn ein umsókn er komin.
Mett verður, at økið norðan fyri tolir eina roynd upp á eini 1.500 tons av rundum árliga.
Úrtøkan er eini 6%. Tað eru bara vøddarnir, sum brúktir verða.
Rokna vit so við einum prísi upp á 50 krónur fyri kilog, hava vit eina úrtøku upp á hálvafimtu millión, sigur Árni Nicolajsen.
Hesar royndirnar norðanfyri eru, meðan Norðheim annars skuldi verið til fiskiskap eystanfyri.
Men tað, sum fingið verður undir royndunum norðanfyri, verður sjálvandi tikið og landað, sigur Árni Nicolajsen.