onkur hevði sett bilin í túninum hjá honum, og at bilurin stóð til ampa. Maðurin var ávirkaður, og skuldi nokk ongan veg í bilinum, og tá politistar komu á staðið var maðurin ikki at tosa við. Tað næsta [...] Tú skalt ansa tær, um tú ætlar at parkera bilin í túninum hjá onkrum. Áðrenn tú veitst av, kann vera, at onkur hevur skotið bilin hjá tær sundur og saman. Tað var júst hetta, ið sambært politinum hendi [...] frá. Og soleiðis tryggjaði maðurin sær, at bilurin á ongan hátt slapp úr túninum. - Eg rokni heldur ikki við, at tað er serliga hugaligt at skifta dekk, tá bilurin er skotin, sigur vakthavandi.
sum fyrr í ár royndi seg í HB, er farin vestur aftur til 07 Vestur. Nýggir útlendingar eru gomlu kenningarnir Jovan Panic og Acu Pandurovic. Felags fyri teir báðar er tó, at pappírini ikki eru komin upp [...] pláss. Tí vera teir í dag ímillum áskoðararnar. Í Fuglafirði er Ábraham Løkin nýggjur maður á beinkinum. Rógvi Jacobsen hevur seinastu vikurnar vant saman við hinum, men tað er ikki vist, at hann verður [...] spæla í dag. Øssur Dalbúð er nýggjur álopsspælari, og Kaj Ennigarð er nýggjur verjuspælari. 18 ára gamli Karl Løkin, sum seinastu trý árini hevur verið í Randers, hevur seinastu vikurnar vant í Fuglafirði
fór rætt fram fyrr í ár, tá aðalfundurin í Føroya Banka valdi nýggja nevnd Smápartafelagið Blábjørg, summ er partaeigari í Føroya Banka, vil hava rættin at staðfesta, at tað var ikki í samsvari við vitøkur [...] hátt. Peter S. Holm, stjóri í smápartafelagnum Blábjørg, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann gjørdi vart við málið longu á aðalfundinumn, men at tað bleiv ikki tikið til eftirtektar. Nú vil [...] vitøkur bankans, at nevndin í bankanum umboðaði Íleggingargrunnin undir atkvøðugreiðsluni á aðalfundinum. Stevnarin vísir á, at við hesum umboðaði nevndin 34 prosent av partapeninginum, hóast viðtøkurnar siga
Kl. 23.00 í kvøld trína teir vælumtóktu skemtararnir og tónleikararnir úr Páll Finni Páll á pall, og verður tað í Futt ?teltinum á Asfalt festivalinum. Í samrøðu við Rás2 siga oddamenninir handan bólkin [...] Hammer, at teir í kvøld fara at borðreiða við teirra breiða úrvali av kendum slagarum og ?sing allong? løgum, og teir lova góðan stemning og gott undirhald. Sangskrivararnir í bólkinum eru í høvuðsheitunum [...] tilfar, og at tað ikki er óhugsandi, at ein nýggj Páll Finnur Páll fløga sær dagsins ljós innan alt ov langa tíð. Hóast hetta, so verður tað kortini ikki talan um nýggj løg á konsertini í kvøld, men tey
Í allan dag hava børn og foreldur hugna sær í Grasagarði, har Barnafestivalur er á skránni Barnafestivalurin varð fyri fyrstu ferð settur á skránna í dag, men talan verður neyvan um seinasta festivalin [...] pylsurnar ikki grillaðar í Grasagarði, har opið er til klokkan 23. Umframt pylsur, popcorn og candy-floss, so hevur talan eisini verið um undirhald av alskyns slag. Millum annað Ævintýraferðina og Lort í býin [...] ungdómsbólkar eisini hava roynt seg. Og so hevur tað heldur ikki gjørt dagin verri, at veðrið hevur spælt somikið væl við, sum tað hevur gjørt í dag. Summarveður av besta slag, har bæði stór og smá børn
hon var saman við, at hon kundi seta seg í ein barnastól á matstovuni uttan nakrar trupulleikar. Tá ið gentan hevði sett seg í stólin, vísti tað seg, at tað ikki varð uttan trupulleikar at koma burturúr [...] burturúr honum aftur. Starvsfólkini á matstovuni ringdu eftir løgregluni, tí tey ikki vistu, hvussu tey skuldu fáa gentuna úr aftur. Løgreglumennirnir høvdu ei heldur roynt hetta áður og teir ringdu til nøkur
rithøvundan, Mads Larsen, sum í fyllskapi á miðjari nátt var farin inn til eina grannakonu og vildi ikki út aftur, fyrr enn løgreglan kom eftir honum Hendingin fór fram í Oslo farna vikuskiftið. Málið [...] rithøvundanum at gjalda 10.000 krónur í bót fyri ræðandi og plágandi atburð í íbúðini hjá kvinnuni. Mads Larsen gjørdist kendur, tá ið bók hansara ?Pornopung? kom út og setti met í sølu. Norðmaðurin, ið er journalistur [...] tíðindini um tilburðin. Sjálvur segði Mads Larsen seg í samrøðu við Dagbladet.no skammast og harmast tilburðin. - Eg var ógvuliga fullur og fann ikki mína egnu hurð, men hetta er eingin umbering fyri at
Eru teir ikki ? og hví man tað vera, um so er? Kvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum verður í Mettustovu í Havn. Øll (ikki bara allar!) eru vælkomin, og høvi er eisini at tekna seg sum lim í felagnum [...] in í føroyskari myndbókaskriving. Komandi mánakvøld, 22. okt. kl. 20.00, fer Marna Jakobsen at halda fyrilestur við heitinum ?Tá býflugan kom til Føroya?. Fyrilesturin snýr seg um gentuleiklutin í føroyskari [...] og tekur støði í myndbókini Trøllalív eftir Elin Bjørg Højgaard. Bókin kom út fyri 30 árum síðan, og áhugavert er m.a. at vita, um kynsleiklutirnir eru stereotypir, og um vit við at kaga í myndbøkur fyri
longu í gjárkvøldið á skrivstovuni hjá Giorgio Napolitano, forseta og bað um at verða loystur úr embætinum sum forsætisráðharri. Beint frammanundan hevði stjórnin tapt eina misálitisatkvøðugreiðslu í Senatinum [...] drukku summir sjampanju í tingsalinum. Giorgio Napolitano, forseti, hevur tvinnar møguleikar. Hann kann skriva út val ella biðja ein annan politikara royna at skipa stjórn. Ber tað ikki til, kann forsetin tilnevna [...] tilnevna eina fyribilsstjórn. Politiskir eygleiðarar í Italia eru ósamdir um, hvat fer at henda, men teir eru á einum máli um, at tann politiska kreppan er ikki løtt at loysa, og at hon kann lættliga gerast drúgv
er ikki lætta hjá klædnaídnaðinum í Føroyum. Tvær fyritøkur, sum hava gjørt bundnavørur hava snarað lykilin fyri seinastu ferð. Tær eru Anja í Gøtu og Sally í Klaksvík. Orsøkin var at tær vóru ikki ka [...] februar 1983 stendur á forsíðuni á blaðnum, at Gustav Vasa byrjar summarsiglingina í mai, um landsstýrissamgongan ger semju í skipamálinum. Gustav Vasa er 10 ára gamul og keypsprísurin liggur um 120 milliónir [...] kom skipið til Føroya og fekk navnið Norrøna. Í dag eitur skipið Logos Hope. Blaðið skrivar eisini at Sune Joensen var mikudagin valdur til nýggjan stjóra í Føroya Brunatrygging. Hann tekur við eftir Jarmund