Gustav Vasa byrjar summarsiglingina í mai

Sosialurin fyri 25 árum síðan:

Hósdagin 3. februar 1983 stendur á forsíðuni á blaðnum, at Gustav Vasa byrjar summarsiglingina í mai, um landsstýrissamgongan ger semju í skipamálinum.


Gustav Vasa er 10 ára gamul og keypsprísurin liggur um 120 milliónir krónur. Skipið siglir 22 míl, hevur pláss fyri 1050 ferðafólkum og kann taka 250 bilar.


Sum øll vita, kom skipið til Føroya og fekk navnið Norrøna. Í dag eitur skipið Logos Hope.


Blaðið skrivar eisini at Sune Joensen var mikudagin valdur til nýggjan stjóra í Føroya Brunatrygging. Hann tekur við eftir Jarmund Thorsteinson sum fer frá fyri aldur. 


Tað er ikki lætta hjá klædnaídnaðinum í Føroyum. Tvær fyritøkur, sum hava gjørt bundnavørur hava snarað lykilin fyri seinastu ferð. Tær eru Anja í Gøtu og Sally í Klaksvík. Orsøkin var at tær vóru ikki kappingarførar við innfluttu vørurnar. 


Havnar Sjónleikarfelag sýnir leikin Tilvildin fyri seinastu ferð.