Mánakvøldið skipar Kvinnufelagið fyri fyrilestri við Marnu Jacobsen um gentuleiklutin í føroyskari myndbókaskriving. Komandi mánakvøld, 22. okt. kl. 20.00, fer Marna Jakobsen at halda fyrilestur við heitinum ?Tá býflugan kom til Føroya?. Fyrilesturin snýr seg um gentuleiklutin í føroyskari myndbókaskriving og tekur støði í myndbókini Trøllalív eftir Elin Bjørg Højgaard. Bókin kom út fyri 30 árum síðan, og áhugavert er m.a. at vita, um kynsleiklutirnir eru stereotypir, og um vit við at kaga í myndbøkur fyri børn kunnu lesa okkurt samfelagsligt burtur úr teimum. Hvussu er vorðið við myndbókum, ið eru útkomnar hesi 30 árini? Eru leiklutirnir broyttir? Eru teir ikki ? og hví man tað vera, um so er?
Kvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum verður í Mettustovu í Havn.
Øll (ikki bara allar!) eru vælkomin, og høvi er eisini at tekna seg sum lim í felagnum.