Tú skalt ansa tær, um tú ætlar at parkera bilin í túninum hjá onkrum. Áðrenn tú veitst av, kann vera, at onkur hevur skotið bilin hjá tær sundur og saman. Tað var júst hetta, ið sambært politinum hendi leygardagin.
- Ein maður ringdi til okkum seinnapartin, og greiddi frá, at onkur hevði sett bilin í túninum hjá honum, og at bilurin stóð til ampa. Maðurin var ávirkaður, og skuldi nokk ongan veg í bilinum, og tá politistar komu á staðið var maðurin ikki at tosa við. Tað næsta vit vistu, var at maðurin hevði skotið eitt hjól á bilinum við byrsu, greiðir vakthavandi frá.
Og soleiðis tryggjaði maðurin sær, at bilurin á ongan hátt slapp úr túninum.
- Eg rokni heldur ikki við, at tað er serliga hugaligt at skifta dekk, tá bilurin er skotin, sigur vakthavandi.