Tá ið ein 19-ára gomul genta úr Næstved fríggjakvøldið var farin út at eta á einari matstovu, hevði hon neyvan roknað við, at kvøld hennara vildi enda á einum sjúkrahúsi. 19-ára gamla gentan vildi vísa vínfólkunum, ið hon var saman við, at hon kundi seta seg í ein barnastól á matstovuni uttan nakrar trupulleikar. Tá ið gentan hevði sett seg í stólin, vísti tað seg, at tað ikki varð uttan trupulleikar at koma burturúr honum aftur.
Starvsfólkini á matstovuni ringdu eftir løgregluni, tí tey ikki vistu, hvussu tey skuldu fáa gentuna úr aftur. Løgreglumennirnir høvdu ei heldur roynt hetta áður og teir ringdu til nøkur bjargingarstarvsfólk, sum kundu skera gentuna úr stólinum.
Eftir at vera sloppin úr stólinum, fekk óhepna gentan eitt astma-herðindi og hon varð tí koyrd á skaðastovuna, har hon var noydd at vera restina av náttini.