Søgan endurtekur seg í Italia

20 mánaðir fekk stjórnin hjá Romano Prodi. Í gjárkvøldið fall hon, og enn eina ferð er Italia í stjórnarkreppu

Romamo Prodi var longu í gjárkvøldið á skrivstovuni hjá Giorgio Napolitano, forseta og bað um at verða loystur úr embætinum sum forsætisráðharri.

 

Beint frammanundan hevði stjórnin tapt eina misálitisatkvøðugreiðslu í Senatinum, sum er yvirhúsið í tjóðartinginum. 156 limir styðjaðu stjórnina, men 161 atkvøddu ímóti henni. Orðaskiftið upp undir atkvøðugreiðsluna var ógvuliga hvast. Tingmenn róptu ókvæmisorð eftir hvør øðrum, summir fóru til hendurs, og ein tingmaður svímaði. Tá úrslitið kom, drukku summir sjampanju í tingsalinum.

 

Giorgio Napolitano, forseti, hevur tvinnar møguleikar. Hann kann skriva út val ella biðja ein annan politikara royna at skipa stjórn. Ber tað ikki til, kann forsetin tilnevna eina fyribilsstjórn.

 

Politiskir eygleiðarar í Italia eru ósamdir um, hvat fer at henda, men teir eru á einum máli um, at tann politiska kreppan er ikki løtt at loysa, og at hon kann lættliga gerast drúgv.