Fekk 10.000 krónur í bót

Mánanáttina bóru vit søguna um kenda norska rithøvundan, Mads Larsen, sum í fyllskapi á miðjari nátt var farin inn til eina grannakonu og vildi ikki út aftur, fyrr enn løgreglan kom eftir honum Hendingin fór fram í Oslo farna vikuskiftið.

Málið er nú avgreitt, og álagt er rithøvundanum at gjalda 10.000 krónur í bót fyri ræðandi og plágandi atburð í íbúðini hjá kvinnuni.

Mads Larsen gjørdist kendur, tá ið bók hansara ?Pornopung? kom út og setti met í sølu.

Norðmaðurin, ið er journalistur, hevur arbeitt á Dagbladet.no, og tað var júst henda heimasíða, sum bar tíðindini um tilburðin.

Sjálvur segði Mads Larsen seg í samrøðu við Dagbladet.no skammast og harmast tilburðin.

- Eg var ógvuliga fullur og fann ikki mína egnu hurð, men hetta er eingin umbering fyri at órógva eina óseka kvinnu á náttartíð, segði hann.