Lyklauppgerð í stríðnum at sleppa undan niðurflyting verður seinnapartin í Fuglafirði. ÍF, sum er triði aftast, fær vitjan av 07 Vestur, sum er niðast.
Fleiri nýggj andlit eru á báðum liðunum.
Jón Nielsen, sum fyrr í ár royndi seg í HB, er farin vestur aftur til 07 Vestur. Nýggir útlendingar eru gomlu kenningarnir Jovan Panic og Acu Pandurovic. Felags fyri teir báðar er tó, at pappírini ikki eru komin upp á pláss. Tí vera teir í dag ímillum áskoðararnar.
Í Fuglafirði er Ábraham Løkin nýggjur maður á beinkinum. Rógvi Jacobsen hevur seinastu vikurnar vant saman við hinum, men tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla í dag. Øssur Dalbúð er nýggjur álopsspælari, og Kaj Ennigarð er nýggjur verjuspælari.
18 ára gamli Karl Løkin, sum seinastu trý árini hevur verið í Randers, hevur seinastu vikurnar vant í Fuglafirði.