Kl. 23.00 í kvøld trína teir vælumtóktu skemtararnir og tónleikararnir úr Páll Finni Páll á pall, og verður tað í Futt ?teltinum á Asfalt festivalinum. Í samrøðu við Rás2 siga oddamenninir handan bólkin, Páll Oddur Rubeksen, Finnur Jensen og Páll Hammer, at teir í kvøld fara at borðreiða við teirra breiða úrvali av kendum slagarum og ?sing allong? løgum, og teir lova góðan stemning og gott undirhald.
Sangskrivararnir í bólkinum eru í høvuðsheitunum Páll Oddur Rubeksen og Finnur Jensen, og teir báðir staðfesta fyri Rás2, at teir hava framleitt nýtt tilfar, og at tað ikki er óhugsandi, at ein nýggj Páll Finnur Páll fløga sær dagsins ljós innan alt ov langa tíð. Hóast hetta, so verður tað kortini ikki talan um nýggj løg á konsertini í kvøld, men tey frammanundan kendu løgini, sum nærmast eru vorðin fólkaogn.