tryggja tó, at tað nú ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Tað er galdandi fyri val til bæði felagsnevnd og ráð. Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp [...] Jógvan Philbrow, sum hevur verið formaður seinastu níggju árini, stillar uppaftur, og nú er greitt, at tað verður dystur um sessin. Sanna á Løgmansbø, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Birkilund í [...] um sessirnar hjá Anniku Østerø, Nikkil Heinesen og Haraldi Joensen. Annika Østerø hevur boðað frá, at hon ikki stillar uppaftur, men Nikkil Heinesen og Harald Joensen hava boðað frá uppstilling, og tað
øllum at døma verið friðarligt kring um landið, og lítið fólk var úti í náttarlívinum. Tað var kalt og illfýsið, og alt vísti seg at ganga friðarliga fyri seg. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at onkur [...] her var alt í lagi, og einki mál varð skrivað, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt rimaverk í Havn var losnað, og ivi var um, hvørt rimaverkið [...] møguliga kundi losna enn meira. - Hetta málið varð avgreitt við, at átaksleiðarin fekk boðiin, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga i morgun.
hondbóltssambondunum at vera vertur fyri HM í manshondbólti í januar í 2031. Tað sum ger tað møguligt hjá íslendingum at átaka sær HM-vertsleiklutin saman við Noregi og Danmark er, at nýggja tjóðarhøllin [...] nøkur ár. Býráðið í Reykjavík samtykti ígjár uppskotið hjá borgarstjóranum, Einari Þorsteinssyni at stuðla umsóknini hjá HSÍ. Íslendska stjórnin stuðlar eisini umsóknini. Seinast Ísland var vertur fyri
forsetanum, Joe Biden, sigur, at boðini um, at Charles kongur hevur fingið krabbasjúku, eru ógvuliga tung. Talsfólk fyri amerikanska uttanríkisráðið, Vedant Patel, sigur, at tankarnir eru hjá kongi og familju [...] læknum at útseta tær avtalur, hann hevur. Tað verður upplýst á Buckingham Palace í kvøld. Sambært Buckingham Palace, sum BBC endurgevur, er tað ikki prostatakrabbi sum bagir. BBC sigur tó í kvøld, at krabbin
staðfestir at: Ferðavinnulógin ger Føroyar til eitt hópferðavinnuland, við at lata ferðafólk ganga allastaðni fyri 150 kr. Ferðavinnulógin er náttúruoyðandi. Um ferðafólk fáa ein lógarásettan rætt til at ganga [...] ómøguligt at reka ta staðbundnu langsiktaðu ferðavinnuna, sum nú verður rikin í góðum samstarvi millum føroyskar ferðaveitarar og tey sum varða av jørðini. Ferðavinnulógin fer sum frálíður at oyða alla [...] alla siðbundnu mentanina knýtt at jørðini, tí heimildirnar til at brúka og røkja hagarnar verður tikin burtur. Somuleiðis hevur uppskotið sera neilig árin á bygdalívið, og trivnaðin har. Ferðavinnulógin leggur
heimssamfelagnum. Hann heldur, at tað kann vera ein byrjan, at vit lata dønum ríkisstuðulin aftur og at teir síðani flyta pengarnar til Nato. – Eg haldi, at allir flokkar eiga at semjast um hetta. Tí hetta [...] við 360 milliónum krónum. Poul Michelsen finst at, vit als ikki tosa um hetta í Føroyum at lata okkara part til Nato. Hann heldur, at sjálvandi eiga vit at vera við og rinda okkara part fyri tað stóra og [...] – Vit eiga at vera partur av heimssamfelagnum og rinda okkara part til Nato-verjusamgonguna. Tað sigur Poul Michelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður. Hann heldur, at vit eiga at gera eina semju
Ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni at prístalsjavna ferðastuðulin. Hinvegin er helst orsøk at fara at endurskoða alla skipanina við ferðastuðli, heldur enn bara at javna upphæddirnar. Samferðslan er munandi [...] og vegakervið, so at tað er skjótt og lætt at hjá flestu føroyingum at ferðast til og frá arbeiði. Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir fáa rakstrarstuðul á fíggjarlógini, sum ger tað møguligt at ferðast bíliga til [...] umsøkjarar eru seinir at søkja, so Taks roknar við, at um eitt ár ella tvey eru tølini hægri. Tey undanfarnu árini (2018-2021) eru 5.200 umsøkjarar um árið. Ein treyt fyri at fáa ferðastuðul er at tú hevur útreiðslur
heldur, at tað er tí, at Navalnyj er vorðin eitraður við nervaeitrinum novitjok, og at myndugleikarnir vilja hava evnið at hvørva úr kroppinum, áðrenn tað verður latið leyst. Kreml hevur víst aftur at vera [...] Tað fer konan at føra víðari, Julia Navalnaja, lovaði hon í eini videorøðu í dag. – Eg vil búgva í einum frælsum Russlandi. Eg fari at halda fram við arbeiðinum hjá Aleksej Navalnyj, segði hon. Hon legði [...] legði samstundis Vladimir Putiin forseta fyri at hava dripið Navalnyj, sum var tann fremsti russiski andstøðupolitikarin. Boðini um deyða Aleksej Navalnyj komu fríggjadagin. Eftir tríggjar dagar hevur hvørki
Lecornu, sigur, at russiska hervaldið hótti við at skjóta niður eitt franskt hernaðarflogfar, sum í síðsta mánaði fleyg yvir Svartahavinum. Verjumálaráðharrin heldur, at Russland er í ferð við at venda aftur [...] leiklutin hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum. - Fyri at lýsa málið ítøkiliga, hótti ein russisk flogeftirlitsskipan við at skjóta niður franska flogfarið, tá tað fleyg í altjóða loftrúmi yvir [...] Sébastien Lecornu við radiorásina, RTL. Franski verjumálaráðharrin heldur, at veksandi russiski ágangurin hevur sína orsøk í, at russiski herurin hevur trupulleikar á hermótinum í Ukraina.
hevur verið at fáa lóg um Mødrehjælp ella líknandi ráðgevingin setta í verk í Føroyum, fyri á tann hátt at minka um fosturtøkutalið, men undirtøka hevur ikki verið fyri hesum, siga teir. Tó at galdandi [...] verður víst til orðingina í §1, stk. 1, har orsøkin til at geva loyvið at taka eitt barn ljóðar: ”Når svangerskabets afbrydelse er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred. Ved [...] 1983 varð endurstovnað í privatum regi. Slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum. Ein fyribilsskipan varð sett í verk soleiðis, at læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni í Føroyum koma í staðin