Tað sigur hon í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, sum setti henni hesar spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at prístalsjavna ferðastuðulin?
2. Hvussu nógvir føroyingar pendla til og frá arbeiði meira enn 20 km dagliga?
3. Hvussu nógv % av teimum, sum pendla til og frá arbeiði, brúka hesa stuðulsskipan?
Í svari til fyrsta spurningin sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, soleiðis:
Ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni at prístalsjavna ferðastuðulin. Hinvegin er helst orsøk at fara at endurskoða alla skipanina við ferðastuðli, heldur enn bara at javna upphæddirnar.
Samferðslan er munandi bøtt seinastu árini. Stórar útbyggingar eru framdar í tunnils- og vegakervið, so at tað er skjótt og lætt at hjá flestu føroyingum at ferðast til og frá arbeiði.
Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir fáa rakstrarstuðul á fíggjarlógini, sum ger tað møguligt at ferðast bíliga til og frá arbeiði, og almenni stuðulsparturin hevur verið vaksandi seinnu árini.
Inntøkurnar hjá Strandfaraskipum Landsins vóru um aldarskiftið út við 60% av rakstrarútreiðslunum. Síðani minkaðu tær av undirsjóvartunlum, sum vórðu gjørdir og opnaðu í 2002 og 2006, og av Farmaleiðum, sum vórðu seldar í 2006. Ferðaseðlaprísirnir vórðu eisini settir niður um somu tíð. Tey síðstu nógvu árini hava inntøkurnar ligið um tey 30% av útreiðslunum, tó um 25% seinastu trý árini.
Til spurning 2 og 3 svarar hon soleiðis:
Fyri 2022 hava 4.887 persónar fingið útgoldið ferðastuðul higartil. Og fyri 2023 er talan um 3.694 persónar higartil.
Nakrir umsøkjarar eru seinir at søkja, so Taks roknar við, at um eitt ár ella tvey eru tølini hægri.
Tey undanfarnu árini (2018-2021) eru 5.200 umsøkjarar um árið.
Ein treyt fyri at fáa ferðastuðul er at tú hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Um arbeiðsgevarin rindar fyri bilin hevur tú tískil ikki rætt til ferðastuðul. Fíggjarmálaráðið hevur ikki vitan um, hvussu nógv ferðast longur enn 20 km til og frá arbeiði dagliga, men ikki fáa ferðastuðul.