Ógvuliga tung boð at fáa um Charles kong

BBC sigur í kvøld, at krabbin, sum nú er staðfestur, varð funnin, tá 75 ára gamli, Charles kongur, var í viðgerð fyri prostata, men sambært Buckingham Palace er talan ikki um prostatakrabba.

Umsitingin hjá Joe Biden, forseta, sigur, at boðini um 75 ára gamla, Charles kong, eru ógvuliga tung.

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sigur, at boðini um, at Charles kongur hevur fingið krabbasjúku, eru ógvuliga tung.

 

Talsfólk fyri amerikanska uttanríkisráðið, Vedant Patel, sigur, at tankarnir eru hjá kongi og familju hansara. 

 

- Charles kongur byrjaði í viðgerð í dag, og meðan hann er í viðgerð, fer hann eftir ráðum frá læknum at útseta tær avtalur, hann hevur.

 

Tað verður upplýst á Buckingham Palace í kvøld.

 

Sambært Buckingham Palace, sum BBC endurgevur, er tað ikki prostatakrabbi sum bagir.

 

BBC sigur tó í kvøld, at krabbin, sum nú er staðfestur, var funnin, tá 75 ára gamli, Charles kongur, var í viðgerð fyri prostata.

 

 

 

Umsitingin hjá Joe Biden, forseta, sigur, at boðini um 75 ára gamla, Charles kong, eru ógvuliga tung.