Franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, sigur, at russiska hervaldið hótti við at skjóta niður eitt franskt hernaðarflogfar, sum í síðsta mánaði fleyg yvir Svartahavinum.
Verjumálaráðharrin heldur, at Russland er í ferð við at venda aftur til ein serstakan ágangandi atburð, sum minnir um leiklutin hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum.
- Fyri at lýsa málið ítøkiliga, hótti ein russisk flogeftirlitsskipan við at skjóta niður franska flogfarið, tá tað fleyg í altjóða loftrúmi yvir Svartahavinum, sigur Sébastien Lecornu við radiorásina, RTL.
Franski verjumálaráðharrin heldur, at veksandi russiski ágangurin hevur sína orsøk í, at russiski herurin hevur trupulleikar á hermótinum í Ukraina.











