Fosturtøkulógin orsøk til at 2.000 ikki eru fødd

– Galdandi fosturtøkulóg eigur ábyrgdina av, at út móti 2.000 føroyingar, seinastu tríati árini, ikki eru bjóðaðir vælkomnir til lívið, siga teir báðir løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum, sum tí hava lagt lógaruppskot fyri tingið um at herða lógina um fosturtøku

Galdandi fosturtøkulóg, ”Lov nr. 177 af 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.v, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desembur 2021”, eigur ábyrgdina av, at út móti 2000 føroyingar, seinastu tríati árini, ikki eru bjóðaðir vælkomnir til lívið. 

– 2.000 ósek smábørn fingu ikki ta móttøku, sum foreldur okkara góvu okkum, tann dagin vit fingu atgongd til lívið. Hetta er áleið sama starvsfólkatalið, sum í dag verður mett mangla á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Soleiðis siga teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum í sambandi við uppskot teirra um at steðga fosturtøkum í Føroyum.

Teir vísa til gomlu donsku lógina, sum í 1956 varð sett í gildi í Føroyum og sum síðani hevur verið brúkt sum grundarlag fyri fosturtøkupolitikki Føroya og harvið fosturtøkutíttleika landsins.

– Ein avgerandi fyritreyt fyri galdandi fosturtøkulóg, tá hendan var í gildi í Danmark, var holl ráðgeving frá sokallaðu “mødrehjælpen”, sum í Danmørk virkaði í statsligum regi til 1973 og í 1983 varð endurstovnað í privatum regi.  Slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum. Ein fyribilsskipan varð sett í verk soleiðis, at læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni í Føroyum koma í staðin fyri “mødrehjælpen”, siga teir báðir.

Lesið eisini: Barnið skal hava lógarfestan rætt til Lív

 

– Tíverri stendur henda fyribilsskipan enn við. Roynt hevur verið at fáa lóg um Mødrehjælp ella líknandi ráðgevingin setta í verk í Føroyum, fyri á tann hátt at minka um fosturtøkutalið, men undirtøka hevur ikki verið fyri hesum, siga teir.

Tó at galdandi fosturtøkulóg ikki nevnir sosialar orsøkir, so er breið semja um, at so gott sum allar tær fosturtøkur, ið eru gjørdar í Føroyum, byggja á hesa indikatión. Tá spurt verður um, hvussu sosial orsøk kann verjast, verður víst til orðingina í §1, stk. 1, har orsøkin til at geva loyvið at taka eitt barn ljóðar:

”Når svangerskabets afbrydelse er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred. Ved bedømmelsen af denne fare skal der på grundlag af en vurdering af samtlige omstændigheder, herunder de forhold, hvorunder kvinden må leve, tages hensyn ikke alene til fysisk eller psykisk sygdom, men også til tilstedeværende eller truende fysiske eller psykiske svækkelsestilstande.”

– Her finnur tú ikki orðingina ”sosialar orsøkir”, men: ”Ved bedømmelsen af denne fare skal der på grundlag af en vurdering af samtlige omstændigheder, herunder de forhold, hvorunder kvinden må leve”.

– Hendan orðingin vísir til tað sosiala, og er og verður brúkt sum grundarlag undir øllum teimum mongu sokallaðu ”sosialu” fosturtøkum, sum eru vorðnar framdar síðani lógin varð sett í gildi í 1956, siga teir báðir.

Teir vísa á, at sosialir trupulleikar ongantíð mugu ganga út yvir veikar samfelagsborgarar, sum í hesum føri eru óføddu børnini.

– Hendir tað, at vit missa ábyrgdarkensluna og umsorganina fyri neyðstøddum foreldrum og óføddu teirra, kunnu Føroyar flokkast millum fátækastu av øllum heimsins tjóðum. Heldur eiga vit, tá treingir um hjá okkara veiku, at taka hendur saman um hesi og sum tjóð veita bæði børnum, mammum og foreldrum alla ta hjálp, ið krevst, tað veri seg fíggjarliga, bústaðarliga, læknaliga, hjálp til ættleiðing- ja á einhvønn hugsandi hátt, siga Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen.

– Sum eitt av allar ríkastu av heimsins londum kunnu Føroyar ikki nokta óføddum rættin til lív og grundgeva við sosialum orsøkum. Gera vit tað, raka orðini hjá móður Teresu okkum, tá hon sigur: ”De nationer, som tillater fosterdrap, er de allerfattigeste, og den største trussel mod freden i dag, er det ufødte barnets skrig”, siga teir millum annað í viðmerking til uppskotið um at steðga fosturtøku í Føroyum, sum er borið Løgtinginum.