Føroyar eiga at lata Nato ríkisstuðulin

Tað heldur Poul Michelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, sum saknar, at Føroyar gerast partur av heimssamfelagnum og ein verdugur partnari í ríkisfelagsskapinum

– Vit eiga at vera partur av heimssamfelagnum og rinda okkara part til Nato-verjusamgonguna.

Tað sigur Poul Michelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður. Hann heldur, at vit eiga at gera eina semju millum allar flokkar á tingi um, at vit yvir eitt 12 ára skeið niðurlaða ríkisstuðulin úr Danmark soleiðis, at danir kunnu rinda tann partin í eyka gjaldi til Nato.

Poul Michelsen heldur, at talan man vera um einar 750 milliónir krónur, um vit taka ríkisstuðulin upp á slakar 600 milliónir og aðrar fastar útreiðslur, sum danir hava í Føroyum.

– Um vit minka blokkstuðulin so líðandi yvir 12 ár, so eru tað einar 50 milliónir krónur um árið, sum skal av hvørjari fíggjarlóg. Tað klára vit saktans, sigur Poul Michelsen, sum er fegin um, at sitandi samgonga hevur lækkað ríkisstuðulin.

– Tað er ikki rætt, at vit skulu liggja og bidda pengar frá dønum. Tað hoyrir ongastaðni heima. Og eg haldi, at fólkatingslimirnir skuldu skammast soleiðis sum teir liggja og bidda penga og hækka stuðulin úr Danmark til Føroyar. Eg fái gásarhold av teimum, sigur Poul Michelsen.

Og um tað so skuldi gjørt, at vit fáa undirskot á fíggjarlógin, so sær Poul Michelsen ikki tað sum tann stóra trupulleikan.

– Tað duga vit væl at laga okkum til. Tað er ikki øðrvísi enn tað, sum allir forrætningsmenn gera. Vit vita, hvat skal til. Vit kunnu bara læra av tí, sum varð gjørt í 2003, tá ríkisveitingin varð lækkað við 360 milliónum krónum.

Poul Michelsen finst at, vit als ikki tosa um hetta í Føroyum at lata okkara part til Nato. Hann heldur, at sjálvandi eiga vit at vera við og rinda okkara part fyri tað stóra og neyðuga arbeiði, sum Nato ger í heimssamfelagnum. Hann heldur, at tað kann vera ein byrjan, at vit lata dønum ríkisstuðulin aftur og at teir síðani flyta pengarnar til Nato.

– Eg haldi, at allir flokkar eiga at semjast um hetta. Tí hetta er í veruleikanum ikki eitt flokspolitiskt mál. Hetta eiga vit at gera, tí vit vita, hvat fyrigongur, og Nato er okkara sameindi, og Nato hjálpir har, sum tað er neyðugt at Nato luttekur.

– Vit kunnu ikki bara melda okkum púrasta úr samfelagnum og bara hugsa um okkum sjálvi, heldur Poul Michelsen, sum vísir á, at vit í Føroyum hava bæði hægri BTÚ og hægri lønarlag, enn tey hava í Danmark.

– Eg haldi, at seinasta valskeið vórðu brúktir alt ov nógvar pengar. Vit spardu upp 1,2 milliardir krónur, sum teir hava futtað av. So tað ber til at arbeiða skynsamt, heldur Poul Michelsen, sum leggur afturat, at tá kundu vit hugt okkum sjálvi í eyguni við góðari samvitsku.

– Hetta snýr seg eisini um at vera ein verdugur partnari í ríkisfelagsskapinum, sigur Poul Michelsen.

 

Poul Michelsen hevur havt eina drúgva politiska yrkisleið, ið byrjaði, tá hann varð valdur í Tórshavnar býráð í 1980 fyri Fólkaflokkin. Hann var borgastjóri í 12 ár frá 1981 til og við 1992. Í 1984 varð hann valdur á ting fyri Fólkflokkin og aftur í 1990. Hann gavst fyribils í politikki í 1994. Hann stillaði upp aftur til løgtingsvalið í 2002 og fekk sæti sum eyka maður, eisini á valinum í 2004. Í 2008 var valdur á ting fyri seinastu ferð fyri Fólkaflokkin, tí í 2011 stillaði hann upp fyri nýggja flokkin Framsókn, sum hann sjálvur stovnaði. Hann varð valdur á ting fyri Framsókn aftur á valunum í 2015 og í 2019. Á seinasta løgtingsvali í 2022 stillaði Poul Michelsen ikki uppaftur. Hann var landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum frá 2015 til 2019.