Einkja Navalnyjs ætlar at taka yvir stríðið hjá manninum

Sjálvt um Aleksej Navalnyj er deyður, er politiska prosjekt hansara ikki endað.

Aleksej Navalnyj sæst her sama við konu síni, Julia. Hon vil føra arbeiði hansara víðari. (Arkivfoto). - Foto: Tatyana Makeyeva/Reuters

Tað fer konan at føra víðari, Julia Navalnaja, lovaði hon í eini videorøðu í dag.

– Eg vil búgva í einum frælsum Russlandi. Eg fari at halda fram við arbeiðinum hjá Aleksej Navalnyj, segði hon.

Hon legði samstundis Vladimir Putiin forseta fyri at hava dripið Navalnyj, sum var tann fremsti russiski andstøðupolitikarin.

Boðini um deyða Aleksej Navalnyj komu fríggjadagin. Eftir tríggjar dagar hevur hvørki familja hansara ella advokatur hansara sæð ella fingið lík hansara.

Einkjan heldur, at tað er tí, at Navalnyj er vorðin eitraður við nervaeitrinum novitjok, og at myndugleikarnir vilja hava evnið at hvørva úr kroppinum, áðrenn tað verður latið leyst.

Kreml hevur víst aftur at vera parutr av deyða Navalnyj.

 


 

 

Aleksej Navalnyj sæst her sama við konu síni, Julia. Hon vil føra arbeiði hansara víðari. (Arkivfoto). - Foto: Tatyana Makeyeva/Reuters