Íslendska hondbóltssambandið, HSÍ ætlar saman við norsku og donsku hondbóltssambondunum at vera vertur fyri HM í manshondbólti í januar í 2031.
Tað sum ger tað møguligt hjá íslendingum at átaka sær HM-vertsleiklutin saman við Noregi og Danmark er, at nýggja tjóðarhøllin í Laugardalinum í Reykjavík stendur klár um nøkur ár.
Býráðið í Reykjavík samtykti ígjár uppskotið hjá borgarstjóranum, Einari Þorsteinssyni at stuðla umsóknini hjá HSÍ.
Íslendska stjórnin stuðlar eisini umsóknini.
Seinast Ísland var vertur fyri HM-endaspælinum í manshondbólti var í 1995. Tá var Ísland einsamøll vertstjóð.











