Kannaðu fleiri akfør - men her var einki at koma eftir

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt rimaverk í Havn var losnað.

 

 

Í nátt hevur eftir øllum at døma verið friðarligt kring um landið, og lítið fólk var úti í náttarlívinum.

 

Tað var kalt og illfýsið, og alt vísti seg at ganga friðarliga fyri seg.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at onkur, sum var sovnaður úti, varð hjálptur á føtur aftur.

 

Løgreglan var eisini úti í nátt og kannaði akfør. Fleiri bilførarar og akfør vórðu kannað, bæði í Norðoyggjum og í miðstaðarøkinum.

 

- Men, her var alt í lagi, og einki mál varð skrivað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt rimaverk í Havn var losnað, og ivi var um, hvørt rimaverkið møguliga kundi losna enn meira.

 

- Hetta málið varð avgreitt við, at átaksleiðarin fekk boðiin, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga i morgun.