sær fyri at fáa gjørt, er at skipanin kann nýtast við fartelefonini. Munin er ikki langt frá einum rættiligum gjøgnumbroti í royndini at víðka um virksemið uttanlands. Arbeitt hevur verið við at koma inn [...] Eigarar av unga felagnum Munin, ið rættiliga hevur tikið dik á seg. Fyrstu árini ráddi um at byggja upp. Nú kann sigast at virkið, sum telur fimm starvsfólk, hevur fingið fótin fastan. Og tað stóra frambrotið [...] kommunur sær dælt av forritinum Hugin, sum Munin hevur ment. Forritið ger tað sera lætt at lesa og brúka GIS-kortið og at skráseta upplýsingar á kortið. Í skipanina kunnu kommunurnar skráseta adressur, vat
stinnastu. Hetta hevur við sær, at Havnar Fimleikafelag triðju ferð á rað fer at vera við, tá DM-kappingin í rútmiskum fimleiki verður á skránni. Úrslitini her hava eisini víst, at støðið í føroyskum fimleiki [...] og pinkur fara at kappast komandi sunnudag. Ljósið lýsti Hjá smágentunum vóru fimm lið, ið høvdu boðað frá luttøku, og átti Ljósið úr Havn tvey av hesum. Tað skuldi eisini vísa seg, at Ljósið átti stinnasta [...] somikið væl gekst hjá felagnum, at tær í amboðsseriuni áttu bæði tey fremstu liðini, Endaligu úrslitini í amboðs- og fríu seriuni vóru annars hampuliga ymisk, og tó at Ljósið I var fremst í báðum førum
tað er, sum fær okkum til at velja til ella frá. Innihaldsliga verður friðurin á myndunum av gomlu konuni órógvaður av eini hurð, einum lykli og einum spurvi. Valið ímillum at lata upp ella aftur fyri lívinum [...] tigandi konuna livandi og veruliga. Tað, sum fyrst tóktist at vera ein niðurstøða, verður knappliga ein ella fleiri spurningar um, hvussu vit velja at liva okkara lív. Hendur Hendur hugtaka Sigrun. Her bera [...] Brýtur mørk Sjálvt um ein partur av framsýningini soleiðis tykist at gera sær sínar egnu avmarkandi niðurstøður, hómast allatíðina royndir at bróta mørk. Stílurin er ógvusliga grafiskur, í løtum mest sum
neyðugt at siga belgiska Tom Sanitfiat úr starvinum. Sambært B71 heimasíðuni so hevur belgiski venjarin ikki givið skarvin yvir sum venjari, sjálvt um hann ikki varð mettur at vera nóg góður at venja 2 [...] Batistuta, sum hevur roynt at vera heimsmeistari, og sum í nógv ár spældi í Italia. Hann er í einum felag í Qatar, sum tað ikki gongst nakað serligt hjá. B71 heimasíðan veit at siga, at hann sigst vera á veg [...] heimasíðuna heilt forliptur í Føroyum, sum hann gleðir seg at koma aftur til: Ole Andersen er eisini grafikari, og tað liggur væl fyri hjá honum at tekna. Tað sæst eitt nú í bókini Fodboldtricks. Har eru
lyndi er Kári nokk so stúrin og hevur hug at síggja svart. Um tað hevur nakra ávirkan, at fyritøka hans er nærmasti granni til kirkjugarðin í Havn, veit eg ikki at siga, men hann sleppur ikki í bilin, ella [...] sigarettum, sum um føroyingar nakrantíð hava framleitt sigarettir, og ikki um at tala snús. Eitt eyðkenni fyri Kára er, at tað sum hann gongur upp í, tað gongur hann upp í og hansara lítla fyritøka beint [...] sum hann forgudar og góðum áhugamálum, so fer Kári neyvan av egnum vilja at liggja á sofuni. Og vit, hansara vinir, gleða okkum at fylgjast við honum framá, hvussu og hvussu leingi ána vit ikki, og tað stúra
Baklúkan er tvídeild, fyri at tryggja at tað skal vera lætt at sleppa til viðførisrúmið undir øllum umstøðum. Ovari og niðari parturin av lúkuni kunnu latast upp hvør sær, soleiðis at um bilurin stendur parkeraður [...] parkeraður nær upp at einum veggi ella tætt upp at einum øðrum bili, er tað ongin trupulleiki at sleppa til viðførisrúmið. Advance, Prestige, Elegance og VTR Bilurin fæst í útgávunum: Advance, Prestige, [...] útgávuni er Citroën C2 er ein rættuliga kvikur og sportligur bilur at koyra. Hann er lættur at umgangast í tøttu ferðsluni í býnum og lættur at seta frá sær, har sum lítið pláss er til parkering. Bilurin er
stórt ár eftir at Maja og Júst vóru flutt til Havnar at búgva, fekk hon eitt strik, sum hevði við sær, at hon gjørdist lamin í aðrari síðuni. Hóast tað síðani ikki hevur verið so lætt at ferðast og vitjað [...] har dámdi henni væl at vera saman við øðrum toftakonum. Guttesen fólkini duga væl at syngja og spæla uppá. Øll systkini hava í síni tíð sungið í sangkórinum í Ebenezer, og eftir at hon var komin til Toftir [...] Heinesen og Christiani Holm. Eftir at hon var gift, var hon, sum nógv tær flestu húsmøðurnar miðskeiðis í hini øldini vóru tað, heimaarbeiðandi, og tað var nóg mikið at takast við. Børnini vóru tøtt, og
lampur aðrastaðni í heiminum, tora vit at siga. ? Alt byrjaði við, at eg fjasaðist við at laða heima í garðinum hjá mær sjálvum. Eg fór at royna meg fram við at gera lampur sjálvur, og sum frá leið birtist [...] eina fatan av, hvussu nógv stríð liggur aftanfyri. Tí tað er tíðarkrevjandi at fáast við slíkt arbeiði. Eyðun metir leystliga, at millum 50 og 60 arbeiðstímar liggja í hvørjari lampu. Til hvørja lampu verða [...] fáast at passa saman sum eitt putlispæl. Íslendingar hava sýnt arbeiðnum áhuga, og helst fer framsýningin til Íslands seinni í summar. Á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík um vikusktið verður høvi at práta
flotanum fyri tvey, merkir tað, at samlaða manningartalið verður heldur minni. - Men nýggju skipini verða meira í sjónum enn tey gomlu, og tað merkir so aftur, at vit koma at hava fleiri avloysarar, leggur [...] til Vigo at rigga skipini til. Í komandi viku fer so restin av manningini avstað saman við fólki frá reiðarínum, sum skulu vera við, tá ið skipini verða latin og navngivin. Olaf Olsen sigur, at manningartalið [...] leggur hann aftrat. Reiðarin vísir á, at tey gomlu skipini krevja meira røkt enn tey nýggju, og tí má roknast við, at nýbygningarnir verða drúgvari í sjónum. Útgerðin føroysk Ein stórur partur av útgerðini
tungar rútmur. Heldur eru tað flótandi tónar og flótandi verk. Uttan at bera saman, so er tað sum at leggja t.d. Pink Floyd á. So at skilja, at ein verður tikin á ferð og sveimar burtur. Ein situr ikki og bukar [...] tónleikaslag, men meira um heildarupplivingina, tí ein uppliving er tað at hoyra Implosive, og ikki ein løta, har ein fær hug at trumma við ella dansa og so ikki meira. Hetta er meira og betri. Dugnaligi [...] guitarljóð floymur í rúmið og eisini sleppur Rasmus væl frá sanginum. Áhugavert og hugtakandi er at vera á ferð, at sveima, við Rasmusi í hansara tónleika alheimi. Ein ferð í ljóði og rúmi. Út 11 løg eru á útgávuni