Ljósið og Havnin fingu gullið

Tað verða aftur í ár kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag, sum fara at umboða Føroyar, tá kappast skal um DM-heitið í rúmiskum fimleiki í ár

Fimleikur

Seinasta vikuskifti var stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í Runavík. Hesa ferð vóru tað smágentur og kvinnur, sum kappaðust, meðan gentur og pinkur fara at kappast komandi sunnudag.

Ljósið lýsti
Hjá smágentunum vóru fimm lið, ið høvdu boðað frá luttøku, og átti Ljósið úr Havn tvey av hesum.
Tað skuldi eisini vísa seg, at Ljósið átti stinnasta liðið í kappingini, og somikið væl gekst hjá felagnum, at tær í amboðsseriuni áttu bæði tey fremstu liðini,
Endaligu úrslitini í amboðs- og fríu seriuni vóru annars hampuliga ymisk, og tó at Ljósið I var fremst í báðum førum, so undirstrikaði samlaða úrslitið týdningin av, at fimleikararnir eru væl vandir í báðum kappingargreinunum. Tí tó at havnargenturnar fingu harða kapping í báðum førum, so var samlaði oddasessurin sera sannførandi við 0,76 stigum niður til næsta liðið.

HF til Danmarkar
Hjá kvinnunum var talið av luttakandi liðum trý, og aftur í ár vóru tað kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag, sum vóru tær stinnastu.
Hetta hevur við sær, at Havnar Fimleikafelag triðju ferð á rað fer at vera við, tá DM-kappingin í rútmiskum fimleiki verður á skránni. Úrslitini her hava eisini víst, at støðið í føroyskum fimleiki er rættiliga høgt, tí tó at tær sum gestalið ikki sleppa í part, tá heiðursmerki verða latin í Danmark, so hava havnarkvinnurnar ligið heilt frammi í oddinum í donsku kappingini. Enntá vóru tær fremstar fyri tveimum árum síðani.
Hjá kvinnunum gjørdist Ljósið nummar tvey, meðan Flog ? sum er nýtt felag í hesum sambandi ? endaði á triðja plássinum.
Sum nevnt, so verður aftur stórkapping á skránni komandi vikuskifti, tá pinkurnar og gentur fara at kappast, og aftur hesa ferð verður tað Ítróttarhøllin í Runavík, sum verður karmur um tiltakið.

Úrslit frá stórkappingini

Smágentur - Frí kapping
1Ljósið I16,88
2Støkk16,72
3Havnar Fimleikafelag16,50
4Ljósið II15,90
5Flog13,50

Smágentur - Amboðskapping
1Ljósið 116,61
2Ljósið II16,17
3Havnar Fimleikafelag16,11
4Støkk16,01
5Flog13,18

Smágentur - Samanlagt
1Ljósið I33,49
2Støkk32,73
3Havnar Fimleikafelag32,61
4Ljósið II32,07
5Flog26,68

Kvinnur - Frí kapping
1Havnar Fimleikafelag18,49
2Ljósið18,26
3Flog16,16

Kvinnur - Amboðskapping
1Havnar Fimleikafelag17,03
2Ljósið16,36
3Flog15,93

Kvinnur - Samanlagt
1Havnar Fimleikafelag35,52
2Ljósið34,62
3Flog32,09