B71 VENJARI
B71 hevur fingið nýggjan venjara. Hann var á Sandi síðst í síðstu viku. Fríggjakvøldið vandi hann saman við B71 liðnum, og á ferðini sunnanfyri Skopunarfjørð varð sáttmáli undirskrivaður millum hann og B71.
Talan er sambært almennu B71 heimasíðuna um Ole Andersen. Hann er dani og ikki nakar ársungi. Hvørki í aldri ella í fótbólti. Ole Andersen er 64 ára gamalur, og hann hevur spælkt fótbólt og verið fótbóltsvenjari so at siga alla sína tíð.
Tá ið hann var 20 ára gamalur, flutti hann til Sveis. Har spældi hann við FC Bader, sum var í næstbestu deildini. Tað mesta av fjøruti teimum seinastu árunum hevur hann verið í Sveis.
Í 1999 var hesin Ole Andersen venjari hjá FS Vágum. Hetta árið var Vágaliðið í næstbestu deildini. Teir vunnu deildina og fluttu harvið upp í 1. deild. Tað gekk ógvuliga væl hjá teimum. Av teimum átjan dystunum vunnu teir sekstan, og málmunurin var 78?27.
Gamli FS Vágar venjarin er sambært B71 heimasíðuna heilt forliptur í Føroyum, sum hann gleðir seg at koma aftur til:
Ole Andersen er eisini grafikari, og tað liggur væl fyri hjá honum at tekna. Tað sæst eitt nú í bókini Fodboldtricks. Har eru ein rúgva av fótbóltsstøðum teknaðar, og tað er Ole Andersen, sum hevur teknað tær allar.
Í arabiska heiminum
Í fjør var málverjin Valdemar Nowisci venjari hjá B71 stóra seinnapartin av kappingarárinum. Hann tók ábyrgdina á seg, tá ið felagið hevði mett tað neyðugt at siga belgiska Tom Sanitfiat úr starvinum.
Sambært B71 heimasíðuni so hevur belgiski venjarin ikki givið skarvin yvir sum venjari, sjálvt um hann ikki varð mettur at vera nóg góður at venja 2. deildarliðið hjá B71. Nú er hann í Qatar. Har er hann hjálparvenjari hjá landsmanni sínum Walter Meeuws. Teir eru í einum felag, sum eitur Al Etehad Sports Club.
Í Qatar eru nógvir oljupengar. Sjeikarnir brúka nógvar pengar upp á fótbólt, hóast tað í teirra verð man vera talan so at siga um piparnøtur. Teir keypa spælarar, sum hava sæð sínar bestu dagar í Europa, men sum einki hava ímóti at vinna pengar aðra staðni.
Ein av hesum er argentinski Gabriel Batistuta, sum hevur roynt at vera heimsmeistari, og sum í nógv ár spældi í Italia. Hann er í einum felag í Qatar, sum tað ikki gongst nakað serligt hjá. B71 heimasíðan veit at siga, at hann sigst vera á veg til Al Etehad Sports Club, og harvið skal Tom Sanitfiat venja Batistuta, hóast hann Í fjør ikki kundi brúkast sum venjari hjá Eli Hentze og Páll á Reynatúgvu!