Hóast røtur vesturi í Vágum so býr hann røttu megin Sandá og kann tí kallast havnamaður.
Seinasti mongu árini hevur Kári verið stjóri á einmannsfyritøkuni,
Føroya Tubbakssøla. Hann selir tubbak kring alt landið og hevur neyvt
samband við kundarnar. Hann lívgar føroyingar við svøtum balli, Samson,
útlendskum sigarettum, sum um føroyingar nakrantíð hava framleitt
sigarettir, og ikki um at tala snús.
Eitt eyðkenni fyri Kára er, at tað sum hann gongur upp í, tað gongur
hann upp í og hansara lítla fyritøka beint omanfyri kirkjugarðin verður
rikin sum ein mynsturfyritøka.
Av lyndi er Kári nokk so stúrin og hevur hug at síggja svart. Um tað
hevur nakra ávirkan, at fyritøka hans er nærmasti granni til kirkjugarðin í
Havn, veit eg ikki at siga, men hann sleppur ikki í bilin, ella hann fær
ikki hugt út av vindeyganum í fyritøku síni uttan hann sær oman í hetta
havið av grøvum, har tær nýggjastu skyggja burturúr, við feskum kransum sum ein støðug áminning um lívsins gong og enda. Tú skal vera sterkur at arbeiða í slíkum umhvørvi. Og hóast alsama stúran í heiminum, so endurføðist ein nýggjur dagur hvønn dag, og soleiðis verður tað til okkara dagur einaferð kemur.
Men Kári er eisini skemtari, tá góða lagið er á honum og hann er
hugnaligur í samkomu og veit at siga frá. Kári er ógvuliga trúfastur vinur
og hann røkir síni. Familjuna gongur hann nógv upp í, barnabørnini lívga
upp.
Seinastu árini hevur Kári latið seg í gonguskógvarnar og hann bjóðar
fjøllum av uttan at himprast. Hann er fastur og fúsur í Gongufelagnum. Og
streym ræðist hann heldur ikki. Nú hevur hann fingið nýggjan bát. Hetta er
ikki fiskibátur, men ein stuttleikabátur og hann verður ivasleyst at síggja
í regattasiglingum í framtíðini bæði í Føroyum og uttanlands.
Kári fer nú undir lívsheystið, sjey ár eru eftir til aldursrentuaftan og
dagarnir koma og fara um ein vil tað ella ikki og við somu ferð hjá øllum.
Við eini góðari familju, eini konu sum hann forgudar og góðum áhugamálum, so fer Kári neyvan av egnum vilja at liggja á sofuni. Og vit, hansara vinir, gleða okkum at fylgjast við honum framá, hvussu og hvussu leingi ána vit ikki, og tað stúra vit heldur ikki fyri.
Heili trýss ár her á fold er ikki hissini gáva, um vit rokna hvønn dag
sum eina gávu frá Gudi, tá vit nú einaferð liva her upp á lánta tíð, ein dag
í senn.
Vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard