Søgan um eina øðrvísi grótlampu

Lampur úr føroyskum gróti verða sýndar fram á einari forvitnisligari framsýning í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið. Eyðun Dal Christiansen hevur tilevnað sjáldsomu lampurnar, sum hann sjálvur hevur fingið hugskotið til. Høvi verður at fylgja arbeiðnum frá byrjan til enda

Ein søga verður søgd. Frá rávøru til úrslit. Frá gróti til lýsandi lampu.
Um vikuskiftið kemur Smiðjan í Lítluvík rættiliga til sín rætt, tá 47 ára gamli havnarmaðurin Eyðun Dal Christiansen hevur eina forvitnisliga framsýning, har gamla smiðjan var.
Sýndar verða sjáldsamar lampur úr føroyskum gróti, sum Eyðun sjálvur hevur fingið hugskot til. Tað finnast neyvan líkar lampur aðrastaðni í heiminum, tora vit at siga.
? Alt byrjaði við, at eg fjasaðist við at laða heima í garðinum hjá mær sjálvum. Eg fór at royna meg fram við at gera lampur sjálvur, og sum frá leið birtist hetta hugskotið, sigur Eyðun.
Lampurnar, sum eru fyrst og fremst eru ætlaðar uttandura, eru umleið ein metur høgar, og ikki ein er eins. Eyðun hevur handtikið steinarnar, sum eru skornir til við vinkulslípara. Arbeitt verður við skeivum vinklum, og tað vil siga, at tá Eyðun hevur lagt teir niðastu steinarnar, so mennir verkið seg partvíst sjálvt.
Lampurnar eru mest álíkar standmyndum, ið bæði leiða tankarnar á neytakonur, huldufólk og traðarmenn. Reyði, grái og svarti liturin, sum føroyska grótið hevur, gevur lampunum eitt litspæl, sum er serliga hugtakandi, tá væta kemur til. Ovast er ein rørkonstruktión, við hatti úr gróti omaná og einari lykt undir.
Sostatt kunnu lampurnar geva ljós í myrkri og brúkast til uttandura prýði í dagsljósi.
? Í fyrstuni gjørdi eg beinar lampur, sum vóru 8-, 9- ella 10-kantaðar. Men tá eg fór at arbeiða við skeivum vinklum gjørdist tað rættiliga spennandi, haldi eg sjálvur. Tá tóku tær líkasum sítt egna skap, sigur Eyðun.
Hann hevur arbeitt við lampunum uttan fyri hjá sær sjálvum úti í Norðasta horni, og hvør smálutur er hugsaður væl ígjøgnum.
Á framsýningini fæst ein fatan av, hvussu Eyðun arbeiðir. Bæði hálvlidnar og lidnar lampur vera sýndar fram, amboð og tilfar liggur frammi, so áskoðarin sær, hvussu arbeiðið byrjar, hvussu tað mennir seg, og hvussu tað endar.
Framsýningin gevur eina fatan av, hvussu nógv stríð liggur aftanfyri. Tí tað er tíðarkrevjandi at fáast við slíkt arbeiði. Eyðun metir leystliga, at millum 50 og 60 arbeiðstímar liggja í hvørjari lampu. Til hvørja lampu verða brúktir einir 100 steinar, sum eru skornir til og skulu fáast at passa saman sum eitt putlispæl.
Íslendingar hava sýnt arbeiðnum áhuga, og helst fer framsýningin til Íslands seinni í summar. Á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík um vikusktið verður høvi at práta við Eyðun, meðan verkið verður skoðað.

********************************************
Framsýningin í Lítluvík er opin soleiðis:
Fríggjadagin 14. mars kl. 15-19.
Leygardagin 15. mars kl 10-13 og 16-19.
Sunnudagin 16. mars kl. 14-19.
********************************************