Maja í Túni 85 ár

Mánadagin 17. mars verður Maren Elisabeth ella Maja í Túni 85 ár. Hon er ættað úr Havnini, og nú býr hon aftur í Havnini. Men størsta partin av lívinum hevur Maja búð áToftum

Maja er dóttir Jóhonnu og Jens Christian Guttesen á Tinghúsvegnum í Havn. Hon var ættað úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Maja og tey vóru ellivu systkin: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirsten, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar.
Jens, Óli Jógvan, Gunhild og Leivur eru farin. Erling býr í Albertslund, og hini búgva í Havnini.
Maja giftist 9. januar í 1943 við Júst í Túni á Toftum. Tey giftust inn hjá Pidda Skaale. Hann hevði verið giftur við Betty, systir Júst. Men hann var nýliga vorðin einkjumaður og sat eftir við tveimum smágentum. Maja og Júst búðu hjá Pidda í níggju ár. So fluttu tey í síni egnu hús í Toftatúni, og har búðu tey, inntil tey á heysti í 1987 fluttu í kjallaran hjá dóttrini og versoninum í Krosslíð í Havnini at búgva. Júst, ið var kendur skipari og vinnuligur undangongumaður, doyði 5. august í 1995.
Maja og Júst eiga átta børn: Andrias, Alma, Hanna, Kristian, Petur, Sanna, Símin og Marjun. Alma og Hanna búgva í Havnini, og hini seks eru á Toftum.
Sum ung genta tænti Maja m. a. hjá Heinesen og Christiani Holm. Eftir at hon var gift, var hon, sum nógv tær flestu húsmøðurnar miðskeiðis í hini øldini vóru tað, heimaarbeiðandi, og tað var nóg mikið at takast við. Børnini vóru tøtt, og heimið var eyðkent av stórum gestablídni og nógvum vitjanum.
Tá ið øll børnini vóru undankomin, var Maja á Nyki í nøkur ár, og har dámdi henni væl at vera saman við øðrum toftakonum.
Guttesen fólkini duga væl at syngja og spæla uppá. Øll systkini hava í síni tíð sungið í sangkórinum í Ebenezer, og eftir at hon var komin til Toftir, var Maja hollur sangstuðul í salinum, har hennara andaliga heim var, og har hon altíð møtti, tá ið nakað var á skránni.
Eitt stórt ár eftir at Maja og Júst vóru flutt til Havnar at búgva, fekk hon eitt strik, sum hevði við sær, at hon gjørdist lamin í aðrari síðuni. Hóast tað síðani ikki hevur verið so lætt at ferðast og vitjað, sum tað var frammanundan, so hevur Maja ikki ligið á løtu síðuni. Við góðari hjálp frá teimum næstu er hon við í eldratiltøkum í Ebenezer, hon er í august á hvørjum ári á eldralegu í Zarepta, og so vitjar hon børnini og barnabørnini, sum eru 29 í tali. Maja er langomma at átta børnum.
85 ára føðingardagin heldur Maja á Toftum, har tað í morgin frá kl. 17 verður opið hús í ítróttarhúsinum á Svangaskarði.