Rasmus Rasmussen er kendur úr ymsum bólkum, t.d. Diatribes. Og hann hevur staðið fyri sendingini Rockstovan í ÚF. Og hann er útnevndur og heiðraður sum framúr guitarleikari í Íslandi við bólkinum Makrel. Alt slíkt, ið leiðir hugan á rocktónleik í tyngra endanum.
Men stilli hevur verið kring Rasmus eina tíð, men tað er ikki tí at Rasmus ikki tímir longur, sum ein kendur føroyskur sangur annars kvøður um ein annan Rasmus.
Fyri stuttum gav Rasmus Rasmussen nevniliga út fløguna Implosive undir egnum navni. Og hann eigur fløguna alla sum hon er, kann ein siga, hóast hann hevur fingið nakað av hjálp frá tónleikavinum.
Á ferð
Men tað er ikki hartsláandi rocktónleikur, ið kemur úr hátalarunum, tá ein leggur fløguna undir geislan. Ikki tungir tónar og tungar rútmur.
Heldur eru tað flótandi tónar og flótandi verk. Uttan at bera saman, so er tað sum at leggja t.d. Pink Floyd á. So at skilja, at ein verður tikin á ferð og sveimar burtur. Ein situr ikki og bukar við á borðendan, men lurtar.
Veit ikki um samanburðurin heldur, men hugsað verður ikki um tónleikaslag, men meira um heildarupplivingina, tí ein uppliving er tað at hoyra Implosive, og ikki ein løta, har ein fær hug at trumma við ella dansa og so ikki meira. Hetta er meira og betri.
Dugnaligi guitarleikarin spælir sær við guitaran og ikki minst við effektirnar. Fleirfalt guitarspæl og guitarljóð floymur í rúmið og eisini sleppur Rasmus væl frá sanginum.
Áhugavert og hugtakandi er at vera á ferð, at sveima, við Rasmusi í hansara tónleika alheimi. Ein ferð í ljóði og rúmi.
Út
11 løg eru á útgávuni. Belinda í Haraldsstovu hevur hjálpt við røddum og Rani H. Christiansen við trummuspæli.
Fløgan er tikin upp í Ron Rec Studios, har Ronnie Nielsen hevur sitið við knøttarnar. Niels Arge Galán og Uni Árting hava gjørt húsan og Tutl gevur út.
Mentunargrunnur Landsins, Mentamálastýrið og Fjølrit hava stuðlað útgávuni.
Jú, Rasmus tímur longur. Og talan er avgjørt um eina útgávu, ið tolur at koma fyri útlendsk oyru, um so skuldi verið.
Og eins og ljóðið er breitt, flótandi og/ella sveimandi, so er hetta eisini ein útgáva, ið vendir sær til eina breiðari fjøld, enn harði rockurin, ið Rasmus áður hevur borgað fyri. Hann hevur ikki slept rockinum, men sum kunnugt eru fleiri sløg av rock-tónleiki, og Implosive bjóðar slagið, ið væl glíður niður. Mjúkt og bleytt.
Jú, Rasmus kann fara yvir at nesið og norður um á og nakað væl afturat við fyrstu soloútgávu síni.










