Tað livaða lívið gongur aftur sum felags tema í flestu málningunum. Serliga er tað gamla konan við teimum ovurstóru hondunum, sum spøkir aftur í hugaheiminum hjá listakvinnuni. Og tað eru eisini hesir málningarnir, sum fangað eyga. Fyrst tí litir og stødd fylla rúmið, teir hanga í, og síðani tá tú varnast nakrar smálutir, sum bróta beinu strikurnar og friðin á myndunum.
At velja
Ein lívssøga er jú altíð úrslitið av teimum valum, eitt menniskja hevur gjørt, sigur Sigrun. Men tað, sum kanska serliga hugtekur meg, er spurningurin um, hvat tað er, sum fær okkum til at velja til ella frá.
Innihaldsliga verður friðurin á myndunum av gomlu konuni órógvaður av eini hurð, einum lykli og einum spurvi. Valið ímillum at lata upp ella aftur fyri lívinum og nýggjum møguleikum ger tigandi konuna livandi og veruliga. Tað, sum fyrst tóktist at vera ein niðurstøða, verður knappliga ein ella fleiri spurningar um, hvussu vit velja at liva okkara lív.
Hendur
Hendur hugtaka Sigrun. Her bera tær boð um livað lív, men í teimum liggur eisini møguleikin fyri at gera seg til harra yvir øðrum lívi. Týdningurin av stóru hondini, ið lættliga kundi kroyst evarska lítla spurvin, gongur aftur í eini ovurstórari hønu, ið liggur omaná sínum unga. Hetta er eisini evnið á myndarøðini, Sigrun hevur við á Várframsýningini í ár, men har er boðskapurin týðiligari. Heiti sum »Lívsins byrjan« og »12 vikur« sipa í so beinleiðis til fosturtøkumøguleikan, ið ikki varð valdur, tá røðin endar »Í Guds hondum.«
Niðurstøður
Tann átrúnaðarliga ávirkanin letur seg ikki fjala í myndunum hjá Sigrun. »Hin góði hirðin«, »Móðurkærleiki« ella »Kærleiki brýtur mørk« eru ein játtan av lívinum og svar uppá teir spurningar, aðrir málningar seta. Men boðskapurin tekur yvir og byrjar at taka avgerðir fyri áskoðaran. Og tað er spell, tí hvør sær standa málningarnir sum sterkar avbjóðingar - bæði í stíli og myndevni.
Brýtur mørk
Sjálvt um ein partur av framsýningini soleiðis tykist at gera sær sínar egnu avmarkandi niðurstøður, hómast allatíðina royndir at bróta mørk. Stílurin er ógvusliga grafiskur, í løtum mest sum naivistiskur, har skuggar og perspektiv víkja fyri neyvum endurgevingum av smálutum, beinum linjum og klárum litum. Myndaevnini eru tikin úr sínum vanliga høpi og stoyta saman við sínar mótsetningar í nýggjum hugkveikjandi týdningum. Ikki, at hesin stílur brýtur mørk í sær sjálvum, men mátin hann manar fram tað fjøltáttaða í tí einfalda, er serliga forvitnisligur í myndunum av tí gomlu konuni. Eftir framsýningina fara júst hesir málningarnir víðari til Týskland, men fram til 4. apríl eru teir at síggja í hugnaligu, gomlu handilshúsunum úti í Klaksvíkini.