Citroën C2 1,6 VTR:

Eftir at Citroën eru komnir á marknaðin við bæði C3 og C3 Pluriel, eru teir nú eisini komnir við C2 við trimum hurðum. Hóast bilurin er nakað styttri en C3, hava teir nógv til felags

Eins og Citroën C3 er C2 ein rættuliga sermerktur bilur í útsjónd. C2 er bygdur yvir sama plattform sum C3 og C3 Pluriel. Tað er vorðið alt meira vanligt at bilverksmiðjurnar brúka sama plattform til ymisk modell, hóast bilarnir eru ymiskir í stødd.
Innan er alt í løttum og frískum litum á hesum fýrapersóna bilinum, og baksetrini kunnu flytast aftur og fram hvør sær. Baklúkan er tvídeild, fyri at tryggja at tað skal vera lætt at sleppa til viðførisrúmið undir øllum umstøðum. Ovari og niðari parturin av lúkuni kunnu latast upp hvør sær, soleiðis at um bilurin stendur parkeraður nær upp at einum veggi ella tætt upp at einum øðrum bili, er tað ongin trupulleiki at sleppa til viðførisrúmið.

Advance, Prestige, Elegance og VTR

Bilurin fæst í útgávunum: Advance, Prestige, Elegance og VTR. Í standard útgávuni, Advance, er bilurin útgjørdur við t.d. seks airbag, ABS bremsum við elektroniskum bremsukraftdeilara, servostýring sum tillagar seg ferðina, rattið kann stillast allar vegir, sentrallás og automatiska læsing av hurðum og baklúku undir koyring, Prestige hevur t.d. el-síðurútar framman, fjarstýrt sentrallás og forsetur sum kann stillast í hædd. Elegance hevur har afturat tokulyktir, hita í setrunum, el-síðuspegl og aircondition. VTR er sportútgávan við t.d. tokulyktum framman, takspoilara, sportsetrum, lakeraðum sport-kúfangarum og síðulistum.
C2 fæst við hesum trimum bensinmotorunum: 1,1 litur við 61 hk, 1,4 litur við 75 hk og 1,6 litur við 110 hk, og einum 1,4 litur HDI turbodiesel við 70 hk. Bilurin fæst við 5-trins manuellum girum og 5-trins SensoDrive girkassa, alt eftir útgerð og motorstødd, t.d. fæst HDI bert við manuellum girum.
Í VTR útgávuni er Citroën C2 er ein rættuliga kvikur og sportligur bilur at koyra. Hann er lættur at umgangast í tøttu ferðsluni í býnum og lættur at seta frá sær, har sum lítið pláss er til parkering. Bilurin er einans 3,66 m langur. Prísirnir byrja við 137.000 krónum fyri ein 1,1 litur Advance við 61 hk.
Citroën C2 1,6i VTR

Motorurin 1,6 litur 4 syl. 16V 110 hk

0-100 km/t10,9 sek

Bensinnýtsla15,9 km/l

Dekkstødd195/45-16

Stødd og vekt
Longd366,6 cm
Breidd165,9 cm
Hædd146,1 cm
Eginvekt1050 kg

Viðførisrúm193 litrar

PrísurKr. 166.000,- ( VTR)
Kr. 137.000,- (standard, Advance)

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo