útlátið. Í 2009 samtykti løgtingið einmælt ein veðurlagspolitikk, ið staðfesti, at útlátið í 2020 skuldi vera lækkað 20% sammett við útlátið í 2005. Hetta hendi ikki. Tvørturímóti var útlátið í 2020 93% [...] var ikki hóskandi fyri 13 árum síðan, og als ikki nú, tá tað er meiri átroðkandi enn nakrantíð at skifta til varandi orku. Vit vita frá harmiligum royndum, at óbindandi veðurlagspolitikkur ikki minkar [...] soleiðis at tey ikki koma í gildið fyrr enn samgonguskeiðið er liðugt. Hetta er ikki nøktandi – Landsstýrið forsømir sínar skyldur at føra okkum á eina meiri burðardygga leið. Vit hava brúk fyri einum ráði
hevur sett í fiskivinnuna á landi, er kappingaravlagandi ella ikki. Í blaðgrein fyri stuttum segði stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at landið eigur uml. 2.500.000.000,00 kr. (2,5 mia.) í føroyska [...] skeivt í tí at hava stórar fyritøkur í eini vinnugrein, men tað hevði verið nógv sunnari, um hesi feløg høvdu havt arbeitt seg upp til sínar serstøður í vinnuni. Men hesar fyritøkur eru gróðursettar í vinnuni [...] til fyri at keypa og selja fiskaúrdráttir og ikki fyri at reka bank-avirksemi hjá fiskivinnuni á sjógvi ella landi. Tað, sum er óheppið, er kappingin ímillum almennan og privatan váðafúsan pening í vinnuni
plantum; men í Føroyum hava vit enn onga lóg hesum viðvíkjandi! At allar hesar plantur og djór, ið verða innflutt, eru til óbótaligan skaða fyri tað viðbreknu føroysku náttúruna, skal eingin verða í iva um! [...] Í tíðindunum í útvarpinum sama dag kl. 18.30, helt landsdjóralæknin, at eg málaði fanan upp á veggin, tí eingi eksotisk djór kundu trívast og nørast í Føroyum. Líknandi ørvitistos havi eg ikki hoyrt áður [...] okkum ikki gloyma, at tað var júst sami maður, ið royndi at ræða lívið úr fólki við sínum ørvitistosi um fuglakrím. Hevði hann aleina rátt, hevði eingin heimafuglur verið í Føroyum í dag. Eg tori ikki at
ið eg bara ikki dugi at fáa eyga á ? kanska tí eg ikki síggi skógina fyri berum trøum. Í hesum villa vøkstrinum hevur Óli tó funnið síni egnu bein at standa á. Og hann veit, hvar hann ikki skal traðka. [...] ferðina, eg havi verið út fyri, at ein av mínum tekningum ikki er komin í. Og tær eru eftir hondini yvir 1500 í tali. Annars hava tað ikki verið nakrir sum helst trupulleikar millum meg og Sosialinum. Sum Jan [...] hvussu tað í fleiri ár eftir kríggið setti í hann, bara hann hoyrdi flogfar í luftini. Klaksvíkin við øllum sínum skipum var upplagt bumbumál hjá týsku hernaðarflogførunum, tá hesi gjørdu innrás í føroyskt
stendur seg best við ikki at trúgva einum orði í teimum. Tað forðar tó ikki hesum viðmerkjaranum at blanda seg uppí frásøgnina í tíð og ótíð við langum útgreiningum av viðurskiftum í føroyskari søgu og [...] serligt er í umbúna, eru á góðari leið. Óræddur tvinnar høvundurin heimsins stóru spurningar og skaldaverk saman við føroyskum trongskygni fyri síðani at flætta hesi saman í dalinum, har óndskapur í øllum frá- [...] bygnaðin í 1001 nátt, har søgurnar snara sær út og inn í hvørja aðra fyri til síðst at koma aftur til somu hending. - Ja, bygnaðarliga havi eg kanska mest latið meg ávirka mest av mynstrinum í 1001 nátt
skipar fyri konsertini í ár, og fyri at tryggja mest møgulig fólk á konsert, verða atgongumerkini í forsølu seld fyri kr. 200 á Ebillett.fo og á kunningarstovuni í Tórshavn. Konsertin verður í Tórsgøtu [...] Ólavsøkukonsertin var í nógv ár ikki bert óalmenna setanin av ólavsøkuni, hon var eisini flaggskipið í føroyskum tónleiki. Áðrenn festivalarnir fingur fótafestið, var ólavsøkukonsertin staðið, har eitt [...] teim bestu nýggju og royndu føroysku bólkunum spældu fyri risa stórum áskoðarafjøldum. Soleiðis verður aftur í ár. Fyrireikararnir hava sett sær fyri at fáa ólavsøkukonsertina aftur á tónlistarliga Føroyakortið
allan býin. Eg skilji ikki, hvat tey í Tórshavnar kommunu, sum hava ábyrgdina av ólavsøkuni, hugsa fyri sær. Hitti nógv fólk, sum vóru í øðini, tí tey máttu flýggja undan tónleikinum. Í nógvum førum sótu sjálvt [...] sjálvt smábørn í barnavognum og hildu fyri oyruni. Vit skulu minnast til, at tað eru nógv eldri fólk og fólk annars, sum vanliga ikki ganga í býnum, sum ólavsøkudagarnar leita sær oman í miðbýin og har [...] alt køvt av hørðum tónleiki serliga í Steinatúni og á Skálatrøð. Hesin tónleikur, har ljóðið var út av lagi vánaligt, eigur ikki at vera ólavsøkudagarnar. Fólk fara ikki á konsert á ólavsøku, men vil Tórshavnar
princippielt mál. ? Tað skal eingin ivi vera um, at bæði vit og starvsfólki eru sera ónøgd um framferðarháttin hjá landstýrinum í hesum málinum. Og tað skulu teir vita. Vit finna okkum ikki í slíkari viðferð av [...] tað enn er nógv sum skal upp á pláss, og at eingin ætlan er stungin út í kortið enn. ? Vit mugu gera okkum greitt hvat vit ætla, at ein nýggjur stovnur skal innihalda. Hvat er tað í grundini man vil við [...] landstýrismaðurin í mentamálum hevði boðað frá um samanleggingina ímillum sjónvarpið og útvarpið, kallaði starvsmannafelagið allar partarnar inn til fundar. Í útvarpinum merktiskt ikki nógv til brádliga
floksins eru fylgdar neyvt í hesum sambandi. Rúna Sivertsen sigur, at hon er fullgreið yvir, at flokkurin hevur fylgt viðtøkunum í hesum málinum, men tað merkir ikki, at spurnartekin ikki kann setast við hesar [...] vera ódemokratiska. Skilur ikki atfinningarnar Rúna Sivertsen vísir á, at av tí at tað bert eru tinglimir, ið kunnu atkvøða á formansvalinum, kundi Bjarni Djurholm ikki atkvøða fyri sær sjálvum, tí hann er [...] Hartil hevur skipanin við sær at, at ein ikki-fólkvaldur varamaður á tingi kann atkvøða, meðan ein fólkavaldur tinglimur, ið hevur átikið sær at fara í landsstýrið fyri flokkin, má frásiga sær hendan møguleikan
ókeypis her í verðini. Vit reka eina fyritøku, sum skal geva avkast, og onkur skal í síðsta enda gjalda fyri tænasturnar, sigur Bjarni Olsen. Nógv fólk hava eisini ilskast inn á tænastugjøldini, sum í so mong [...] kundu gera teirra flytingar og onnur ørindi í peningastovnunum og ikki gjalda fyri hvørja flyting, er farin í fleiri av føroysku peningastovnunum ? eisini í Føroya Sparikassa. Ómaksgjøld ella tænastugjøld [...] landið skal gjaldast. Bjarni Olsen kann tó ikki lova, at onnur gjøld ikki koma seinni. Gjaldskort Í Danmark hevur verið dúgliga kjakast um Dankortini. Hetta er tann sama skipanin, ið nýtt verður í Føroyum