Ó-festivalurin hoyrir ikki heima á ólavsøku

Hví skulu vit broyta ólavsøkuna soleiðis, at fólk flýggja úr býnum undan alt ov hart spældum tónleiki? Og hví skal Tórshavnar kommuna ólavsøkudagarnar fara í kapping við festivalarnar kring landið? Tað mátti verið nóg mikið, at skipað varð fyri ólavsøkukonsert 27. juli.

Áður var tónleikurin á ólavsøku útimøtini, horntónleikur og sangur, men nú verður alt køvt av hørðum tónleiki serliga í Steinatúni og á Skálatrøð. Hesin tónleikur, har ljóðið var út av lagi vánaligt, eigur ikki at vera ólavsøkudagarnar.
Fólk fara ikki á konsert á ólavsøku, men vil Tórshavnar kommuna tó bjóða fram eitt sindur av slíkum tónleiki, so er at seta upp ein pall, har spælt verður nakrar tímar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Hetta riggaði á pallinum framman fyri býráðshúsið.
Fólk fara í býin á ólavsøku at hugna sær, hitta vinir og kenningar, práta og syngja. Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu rópa til hvørt annað, tí tólini blæsa serliga harða bassin og stórutrummu um allan býin. Eg skilji ikki, hvat tey í Tórshavnar kommunu, sum hava ábyrgdina av ólavsøkuni, hugsa fyri sær. Hitti nógv fólk, sum vóru í øðini, tí tey máttu flýggja undan tónleikinum. Í nógvum førum sótu sjálvt smábørn í barnavognum og hildu fyri oyruni.
Vit skulu minnast til, at tað eru nógv eldri fólk og fólk annars, sum vanliga ikki ganga í býnum, sum ólavsøkudagarnar leita sær oman í miðbýin og har um leiðir. Hví skal harði tónleikurin fáa hesi fólkini at setast aftur eina aðra ferð, tí Tórshavnar kommuna hevur slept øllum leysum á ólavsøku? Hetta líkist púrt ongum.
Vit skulu venda aftur til upprunaligu ólavsøkudagarnar, har fólk í friði og náðum kunnu spáka í Havnar gøtum. Hetta er jú ólavsøkan fyri tey allar flestu, ja, eisini nógvu fólkini, sum koma til Havnar at halda tjóðarhátíð føroyinga.
Vil Tórshavnar kommuna gera nakað fyri slíkan tónleik, so eru nógvir møguleikar aðrar tíðir á árinum. Á ólavsøku má vera nóg mikið við ólavsøkukonsertini 27. juli. Við vón um, at hetta verður broytt næsta ár.