Ó: Djevulsettur menniskjaskapur

Í dag liggur so umsíðir nógv umrødda og rúgvumiklasta prosaverkið á føroyskum í bókabúðunum. Djevulskapur í øllum avbrigdum og aðrar ótemjandi kreftir herja tær ikki færri enn 800 síðurnar í Ó søgur um djevulskap eftir Carl Johan Jensen. Sum skaldsligt verk er bókin hinvegin óvanliga væl tamd um enn út frá øðrum treytum, enn føroyski lesarin er vanur við

Sjáldan hevur ein føroysk bók verið so nógv umrødd, áðrenn hon yvirhøvur er komin út, sum nýggja verkið hjá Carl Johan Jensen, Ó søgur um djevilskap. Og tey, ið hava fingið varhuga av, at okkurt serligt er í umbúna, eru á góðari leið. Óræddur tvinnar høvundurin heimsins stóru spurningar og skaldaverk saman við føroyskum trongskygni fyri síðani at flætta hesi saman í dalinum, har óndskapur í øllum frá- og avbrigdum breiðir seg, sum ein deyðilig pest ...
Ongin kúgað hetja
Djevulsettur menniskjaskapur kundi kanska verið eitt undirheiti til Ó. Tí ímillum tann fyrilagaða óndskapin, sum er holdbundin í keypmanninum Bænadikt, og viljaða djevulsetta atburðin, sum trúboðarin Mattias umboðar, síggjast mest sum øll hugsandi avbrigdi av menniskjaligum fananskapi, lesarin kann ímynda sær. Samstundis krýpur óndskapurin nærri, verður meir ítøkiligur, næstan gerandisligur í sundurbukaðum og neyðtiknum konum, smáligheit, skaðafrøði, kúgan, innbiltum valdi og óndum slatri. Við Mattias vita vit á leið, hvar vit hava óndskapin, og ber tað í ávisan mun til at billa sær inn, at hann og hansara gerningar kunnu haldast frá durinum. Men við Bænadikt veit ongin seg tryggan haðani rakar djevulskapurin av tilvild, ofta tá vit minst vænta tað.
Tað hevur neyvan nakrantíð verið ætlanin við Ó, at lesarin skal kunna identifisera seg við persónarnar á sama hátt, sum skaldskapur ofta bjóðar seg fram til. Tá lesarin kortini hevur hug at reisa seg úr stólinum og tala at, er tað heldur, tí okkara vanliga fatan av, hvat óndskapur kann gera við menniskju, verður bjóðað av á ein hátt, tey fæstu brýggja seg um at vita av. Persónar, tú hevur brúkt fleiri hundrað síður uppá at taka synd í, vísa seg knappliga sum reinir fanar, sum ikki hava uppborið betri viðferð, enn teirra plágarar.
- Eg havi ongantíð trúð uppá hesar annars seiglívaðu myturnar um kúgaða offrið, sum okkurt slag av heilagari hetju. Eftir mínum tykki er tað ein rímiliga avskeplað hugmynd, at kúgan og órættvísi skal kunna gera menniskju betri, góðlyntari ella onkursvegna stórbærari. Eg trúgvi heldur, tað er øvut, at jú meir tú traðkar á menniskju, jú størri er møguleikin fyri, at tú bara traðkar djevulin í teimum fram, sigur Carl Johan.
Trægrir
Máld eftir vanligur mátistokki tykist Ó bygnaðarliga at vera líka óútroknilig, sum djevulskapurin, ið herjar á síðunum. Uttan himpr leypir frásøgufólki í stórum lopum aftur og fram í tíð og stað og tvørturum øll vanlig mørk. Komin nakað inn í bókina, varnast lesarin tó uttan iva eitt rættiliga sofistikerað frásøgumynstur, sum tykist at hava fingið íblástur frá ymsum heimsklassikarum. Tú kemur í tankar um pílagrímsmotivið frá The Canterbury Tales, við stóra persónsgallarínum, sum ferðast móti sama máli, meðan ein endaleys røð av meir og minni ótrúligum søgum verða sagdar. Ella snirkluta bygnaðin í 1001 nátt, har søgurnar snara sær út og inn í hvørja aðra fyri til síðst at koma aftur til somu hending.
- Ja, bygnaðarliga havi eg kanska mest latið meg ávirka mest av mynstrinum í 1001 nátt, har tú hevur eina søgu inni í eini søgu við enn eini søgu inni í eini søgu ... Men motivini frá The Canterbury Tales og Decameron eru eisini flættaði inn í tann mun, at søgurnar savnast um eitt felags tema ella eru leysliga knýttar at onkrari hending. Í Decameron er tað pestin, sum savnar fólk, sum so siga søgur. Í The Canterbury Tales er tað pílagrímsferðin. Í Ó er tað djevulskapurin og Gásadalur, sum onkursvegna verða savnandi fyri eina røð av smærri søgum um persónar, hvørs ættarbond breiða seg í allar ættir. Soleiðis hevur bókin fingið eitt skap, men hetta kann eisini skiljast sum ein áminning um, at føroyingar sum tjóðskaparlig eind eru munandi meir samansettir, enn vit ofta vilja halda.
Fiktiónin og veruleikin
Eitt tað mest sjónska eyðkenni við Ó eru fótnoturnar niðast á síðunum. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at lesarin stendur seg best við ikki at trúgva einum orði í teimum. Tað forðar tó ikki hesum viðmerkjaranum at blanda seg uppí frásøgnina í tíð og ótíð við langum útgreiningum av viðurskiftum í føroyskari søgu og ættarbondum. Oftast við tí fyri eyga at rættleiða høvundan og ávara lesaran móti at trúgva tí, hann sigur.
Spakuliga byrjar trúfasti viðmerkjarin at liva sítt egna lív har niðast á síðunum á ein hátt, so vit fáa enn eina søgu inni í søguni. Tí tykist tað heldur illgrunasamt, tá hann knappliga hvørvur í heilum søgum í senn, fyri síðani at kvaklast við aftur seinni.
- Upprunaliga ætlanin við hesum viðmerkingunum var at gera eitt sindur gjøldur burturúr føroysku bygdasøguhevdini, har hvør einasta bygd hevur sína egnu bygdasøgu við ymsum blandi av einstaklinga og ættarsøgum. Í so máta umboðar viðmerkjarin bara vanligt før­oyskt snævurskygni og trongu hugmyndina um, at føroysk søga helst skal verða hugnalig og helst ikki samtíðarlig.Viðmerkingarnar eru sjálvandi minst líka fiktivar, sum alt annað í Ó. Um lesarin ikki varnast tað fyrr, so ger hann tað nokk, tá viðmerkjarin heldur munn, sigur Carl Johan og sipar til, at beinanvegin farið verður út um landoddarnar ella okkurt minni tespiligt er á skránni, vil viðmerkjarin ikki verða við longur. Men so skjótt vit aftur eru við onkur smálig heimlig viðuskifti, tekur hann aftur orðið.
Hesi skiftini gera sam­stund­is røddina til eitt slag av Brechtskum verfremdungs­teknikki, har tú verður lokk­að­ur inn í eina ímynd av veruleik­anum, tú kenir teg heima í, men sum knappliga vísir seg at vera lygn. Saman við afturvendandi tilsipingum til partar av heimspekini hjá Kant bjóðar Ó allatíðina einføldum fatanum av veruleikanum av á ein hátt, sum móti endanum verður partur av sjálvum frásøguháttinum. Við eini kenslu av deja vu varnast learin, at somu brot byrja at ganga aftur í einum øðrum skapi og huglagi, tí tey verða søgd frá einum øðrum sjónarmiði.
Kom inn ...
Hendan ásannan, at menniskja ongantíð kann fata veruleikan, sum hann veruliga er, men má taka til takka við eini ímynd, sum í besta føri ímyndar veruleikan, er ikki bara ein menniskjalig lívstreyt. Sambært høvundanum er hetta ógreiniliga kanska eisini grundarlagið undir bókmentum yvirhøvur. Tí bjóðar Ó seg heldur ikki fram at siga nøkrum nakran sannleika sum so. Hon er ein søga, sum letur lesaran sleppa inn í ein speglsal av søgum á leið á sama hátt, sum tá tú fert inn í eitt tónlistaverk. Tað, sum er umráðandi, er hvat tú upplivir, meðan tú ert inni í tí og at tað møguliga broytir tínar hugmyndir av tí, tú sært, tá tú kemur út aftur.
- Eftir mínum tykki hava alt ov nógvar føroyskar bøkur lyndi til at lata seg aftur um ein sannleika ella eina meining, sum lesarin bara sleppur at ganga rundan um og hyggja at. Í Ó eru ongar slíkar afturlætnar hurðar ella skalkaði vindeygu. Eg vil fegin bjóða lesaranum inn og verða við í tí, sum hendir, men tað krevur sjálvandi, at hann tekur eitt stig sjálvur. Um lesarin sigur Nei eg vil ikki inn, ja so upplivir hann heldur ikki nakað,
Tú metir sjálvur, at Ó er týdningarmesta prosaverkið á føroyskum seinastu 30-40 árini. Hví tað?
- Tí við fáum undantøkum hevur føroyskur prosaskaldskapur síðani miðskeiðis í 70unum mest roynst sum okkurt slag av undirhaldsbókmentum, sum ikki hava havt nakað veruligt at bjóða. Eftir mínum tykki er Ó tikin upp á eitt heilt annað støði, sum ikki bara stendur mát við altjóða bókmentir. Ein partur av at skriva eitt sovorðið verk hevur eisini verið at royna at broyta hugburðin og væntaninar til føroyskan prosaskaldsakp í eini vón um, at hækka støðið yvirhøvur, sigur Carl Johan
Jensen.

Um Ó  søgur um djevulskap

Ó-, tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Eingin veit, hvaðani hann er upprunnin ella hvør hann er. Men djevulskapurin breiðir seg frá honum gjøgnum farna og farandi tíð døkkur og tivildarligur sum ein deyðilig smitta, sum ein pest. Har hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi.

Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann. Royndir hansara at noyða hjarta sítt til trúgv hava ein øðrvísi djevulskap við sær, ein djevulskap, ið stendur til einstaklingin og kemur fram í óbótaverkum, neyðtøku og morðum.

Millum hesi útmørkini fara søgurnar í Ó- víða um í tíð og rúmi. Frá trýss árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandi, heilt at Svartahavsstrondum. Og fjølbroytni vantar ikki. Hvør síða yður av lívi og menniskjanskapi í øllum hugsandi avbrigdum.