Um Framtaksgrunnurin setur 50 mió í eitt virki uttan krav um avkast, so hevur tað somu ávirkan sum studningur ella eitt rentu- og avdráttarfrítt lán í ævigar tíðir.
Seinastu árini hevur kjakið um almennan pening í føroyska vinnulívinum verið frammi fleiri ferðir.
Serliga hevur verið kjakast um, um partapeningurin, sum Framtaksgrun-n-urin hevur sett í fiskivinnuna á landi, er kappingaravlagandi ella ikki.
Í blaðgrein fyri stuttum segði stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at landið eigur uml. 2.500.000.000,00 kr. (2,5 mia.) í føroyska vinnu-lív-inum og at almenna kravið til avkast var at siga 0,00 kr., burtursæð frá tí, sum landið fær í vinningsbýti av rakstrinum frá Føroya Banka.
Privatir kappingarneytar koma við tí sindri, sum uppspart er, og seta tað í feløg sum eginpening, og restin av fíggingartørvinum skal fáast til vegar úr peningastovni til høgar rentur og avgjøld.
Samanborið við tær áðurnevndu 2,5 mia. kr. av almenna peninginum í vinnuni, munar tann váðafúsi privati peningurin lítið.
Føroyska uppsparingin
Tað hevur verið frammi, at føroyingar eiga 8,5 mia. kr. á bók. Av hesum stendur uml. helvtin í føroysku peningastovnunum og hin helvtin í útlendskum stovnum.
Trupulleikin er bert, at størstu uppsparararnir eru stovnar og feløg. Eitt nú ALS, Starvsmannafelagið og arbeiðarafeløgini.
Tað má vera avmarkað, hvussu nógv av hesum 8,5 mia. kr. er váðafúsur kapitalur, sum er tøkur til vinnulívið. Spurningurin er eisini, um hesin peningur kann metast sum privatur.
Tað, sum vanligi føroyingurin eigur tøkt á bók til íløgur, er bert ein lítil partur av samlaðu føroysku uppsparingini, og tað er ikki so lætt at fáa hesa uppsparingina lagda í vinnulívið sum váðafúsan pening at kappast við tær almennu 2,5 mia. kr.
Frælsið og planbúskapurin
Tað er ein sannroynd, at tær almennu fyritøkurnar hjá Framtaks-grunninum (Føroya Fiskasøla og Føroya Fiskavirking) og Føroyagrunninum (Kósin) eru ónatúrliga sterkar fíggjarliga samanborið við restina av fiskivinnuni á landi.
Eg meti at hesar tríggjar fyritøkurnar hava uml. 65% av samlaðu eginognini hjá føroysku flakavirkjunum og føroysku fiskasølunum, meðan hini uml. 20 feløgini hava hini 35% av samlaðu eginognini.
Tað er sum so einki skeivt í tí at hava stórar fyritøkur í eini vinnugrein, men tað hevði verið nógv sunnari, um hesi feløg høvdu havt arbeitt seg upp til sínar serstøður í vinnuni.
Men hesar fyritøkur eru gróðursettar í vinnuni í krepputíðum, t.v.s. sum kreppuloysnir, antin sum nýggjar fyritøkur ella virknar aftur eftir at hava verið koyrdar á húsagang.
Tað tykist løgið, at kreppuloysnir skulu stýra fiskivinnuni á landi, tá ið búskapurin annars blomstrar.
Tíðin má vera komin til, at hesar fyritøkur verða seldar til ta privatu vinnuna ella avtiknar, um so er, at eingin áhugi er fyri at keypa tær.
Politikarar og enntá einstakir vinnulívsmenn hava verið frammi og sagt, at Føroya Fiskasøla má halda fram, tí ein av fremstu uppgávum hennara er at fíggja framleiðsluna hjá nøkrum føroyskum virkjum og skipum.
Álvaratos, her tekur Fiskasølan á seg uppgávur, sum eru ein bankauppgáva og ikki eina søluuppgávu, sum jú er endamálið við virkseminum hjá fiskasølum. Tað er upp á tíðina, at føroyska bankakervið tekur sær av fíggjar-upp-gáv-unum hjá høvuðsvinnuni.
Fiskasølur eru til fyri at keypa og selja fiskaúrdráttir og ikki fyri at reka bank-avirksemi hjá fiskivinnuni á sjógvi ella landi.
Tað, sum er óheppið, er kappingin ímillum almennan og privatan váðafúsan pening í vinnuni.
Tær smærru privatu fyritøkurnar hava trupult við at leggja ætlanir, tí ætlanir vera m.a. lagdar í mun til, hvussu kappingin lagar seg, men hesar almennu fyritøkurnar kunna koppast á við politiskari ávirkan sum púrt einki hevur við búskap at gera.
Í grundini átti eingin fyritøka at megnað at kappast ímóti hesum almennu fyritøkum, men eitt er teori og annað er veruleiki. Fyri eitt vinnulívsfólk er tað sera nøktandi og orkuskapandi at síggja eina fyritøku vaksa, sum tú hevur bygt upp ella sum tú á ein ella annan hátt hevur veruliga ávirkan á. Slík fyritøka verður ofta rikin øðrvísi enn ein almenn fyritøka/institutión, har nevndarlimir og stjórar ofta verða politiskt settir.
Tað er ikki nóg mikið, at almenni partapeningurin ikki hevur heitið studningur á pappírinum, tí hesin almenni partapeningur hevur somu ávirkan á vinnulívið sum studningur. At bøta um hetta ófrælsi í vinnuni er alneyðugt og átrokandi og hetta fáa vit bert, um almenni peningurin verður tikin úr vinnulívinum.
So leingi sum sparipeningurin hjá føroyingum ikki kann kappast í vinnulívinum uttan at møta máttmiklum almennum peningi, kann vinnulívið ikki kallast frælst og verður ikki so virkið, sum tað kundi verið.
Eitt frælst og virkið vinnulív skapar størsta virkisfýsnið og kastar mest av sær til arbeiðsfólkið, ánarar og í seinasta enda eisini til samfelagið.
Førleikin í fólkinum skapar fortreytir fyri einum frælsum Føroyum
Tey, sum arbeiða í fiskivinnuni á landi, eru av raskastu og dugnaligastu fólkum ein kann hugsa sær, líka av gólvinum og til ovastu leiðslurnar. Hetta er galdandi, sama um fyritøkan er privat ella almenn. Tey, sum arbeiða hjá Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu ella á Kósini hava hjartað líka nógv við í fyritøkuni, sum tey sum arbeiða í einari privatari fyritøku, men spurningurin er, um hetta arbeiðsaktivið ikki hevði skapt eitt størri avkast til samfelagið, um tey arbeiddu í einari frælsari vinnu við størri persónligari ávirkan, heldur enn undir politiskt ávirkaðum nevndum.
Arbeiðast skal fyri einum liberalum vinnulívi, har lógirnar og treytirnar eru eins fyri øll, og har bygnaðurin stendur á fólkaræðisligari grund. Tá eru fortreytirnar fyri búskapinum og trivnaðinum hjá tí einstaka bestar.
Eitt frælst vinnulív og ein frælsur borgari trívast best í einum frælsum landi. Eru allir føroyingar eins fyri lógini og kenna ábyrgd, so eru teir eisini fúsir at taka fulla ábyrgd.