Ólavsøkukonsertin var í nógv ár ikki bert óalmenna setanin av ólavsøkuni, hon var eisini flaggskipið í føroyskum tónleiki. Áðrenn festivalarnir fingur fótafestið, var ólavsøkukonsertin staðið, har eitt bland av teim bestu nýggju og royndu føroysku bólkunum spældu fyri risa stórum áskoðarafjøldum. Soleiðis verður aftur í ár.
Fyrireikararnir hava sett sær fyri at fáa ólavsøkukonsertina aftur á tónlistarliga Føroyakortið. Skráin er komin uppá pláss, og júst sum í gomlum døgum, verður talan um eitt bland av tí all ar besta, ið vit hava at bjóða í Føroyum. Her eru bæði roynd nøvn og nýggj nøvn, men felags fyri tey øll er, at tey eru væl umtókt og væl egnað til Ó12.
Komandi tíðina vera nøvnini á ársins konsert avdúkaði. Á Facebook síðuni hjá Ó12 ber til at fylgja við, um nær nøvnini vera kunngjørd, og gera sínar viðmerkingar til ymisku avdúkingarnar. Vit fara eisini at skipa fyri ymiskum kappingum, har møguleiki er at vinna atgongumerki til konsertina.
Ólavsøkan er tjóðarveitsla føroyinga, og hetta fer Ó12 at bera brá av, tónleikurin í ár fevnir sera breitt, hann er lívligur, stuttligur, góður inniligur og festligur, tó hava øll nøvnini eitt til felags, og tað er evnini at geva ólavsøkuni eina hóskandi byrjan.
Tórshavnar ítróttarráð skipar fyri konsertini í ár, og fyri at tryggja mest møgulig fólk á konsert, verða atgongumerkini í forsølu seld fyri kr. 200 á Ebillett.fo og á kunningarstovuni í Tórshavn.
Konsertin verður í Tórsgøtu 27. juli frá kl. 20 til 4.
Myndatekstur:
Sveinur Gaard Olsen er ein av teimum, sum skal spæla á ársins ólavsøkukonsert