Òmaksgjøldini standa við

?Tað er einki løgið við ómakgjøldum. Tað er bæði logiskt og rímiligt, at tað eru tey, sum nýta eina tænastu, ið rinda fyri hana, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa

SAMRØÐA

Tíðin tá kundarnir kundu gera teirra flytingar og onnur ørindi í peningastovnunum og ikki gjalda fyri hvørja flyting, er farin í fleiri av føroysku peningastovnunum ? eisini í Føroya Sparikassa.
Ómaksgjøld ella tænastugjøld eru vorðin ein fittur partur av inntøkuni hjá føroysku peningstovnunum, og Føroya Sparikassi er einki undantak.
?Einki er ókeypis her í verðini. Vit reka eina fyritøku, sum skal geva avkast, og onkur skal í síðsta enda gjalda fyri tænasturnar, sigur Bjarni Olsen.
Nógv fólk hava eisini ilskast inn á tænastugjøldini, sum í so mong ár bert vóru ein tanki.
?Tað er einki løgið við ómakgjøldum. Tað er bæði logiskt og rímiligt, at tað eru tey, sum nýta eina tænastu, ið rinda fyri hana, sigur Bjarni Olsen.

Brúkaramynstur
Og hetta, nær okkurt kostar og ikki, sæst eisini aftur á nýtsluni.
?Tá fólk vita, at okkurt er ókeypis, so halda tey seg heldur ikki aftur við at nýta hendan møguleikan. Tey gera tað tó uttan at vera greið yvir, at tey ? ella onnur ? so ella so gjalda fyri tænastuna, tí kostnaðurin av at framleiða tænastuna má jú gjaldast. Men tá gjaldast skal fyri hvørja tænastu, so vilja bert tey, sum meta seg fáa minst sama virði burturúr tænastuni, sum hon kostar teimum, nýta hana. Tað vera sostatt eisini tey, og ikki onnur, sum gjalda, sigur Bjarni Olsen.
Hóast ?risastórt? yvirskot leggur stjórin eina við, at ómaksgjøldini dekka ikki allan umsitingarkostnaðin av tænastunum.
Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at hækka prísin á tænastugjøldum.
Føroya Sparikassi hevur, eins og hinir peningastovnarnir, sjósett eina nýggja útgávu av ?home banking? skipanini. Tann hjá Føroya Sparikassa kallast Heimagreiðslan. Her er millum annað ókeypis at gera vanligar flytingar, men verður farið út um landið skal gjaldast.
Bjarni Olsen kann tó ikki lova, at onnur gjøld ikki koma seinni.

Gjaldskort
Í Danmark hevur verið dúgliga kjakast um Dankortini. Hetta er tann sama skipanin, ið nýtt verður í Føroyum. Tó er ikki sama lóg galdandi. Tað hevur serliga verið í samband við nýggjar terminalar til handlarnar, at kjakið er kyknað. Bankarnir vilja flyta útreiðslurnar til handlarnar og harvið til brúkararnar.
Dankort er ókeypis at nýta í Føroyum, og hetta verður tað framvegis.
Bjarni Olsen sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um ómaksgjøld fyri at taka pening út við korti ella til handlarnar.