Við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.
Tað ljóðar heilt ótrúligt, tá man hugsar um, hvussu hørð krøv londini seta kring okkum, tá tað snýr seg um innflutning av plantum; men í Føroyum hava vit enn onga lóg hesum viðvíkjandi!
At allar hesar plantur og djór, ið verða innflutt, eru til óbótaligan skaða fyri tað viðbreknu føroysku náttúruna, skal eingin verða í iva um!
Í tíðindunum í útvarpinum sama dag kl. 18.30, helt landsdjóralæknin, at eg málaði fanan upp á veggin, tí eingi eksotisk djór kundu trívast og nørast í Føroyum.
Líknandi ørvitistos havi eg ikki hoyrt áður!
Hevði tað í minsta lagið verið ein minni mentur, ið tosaði so, hevði eg skilt tað; men tá hetta kemur frá ein av landsins hægst løntu embætisfólkum, má eg tala at!
Eg haldi tað eisini verða ófatuligt, at ikki ein einasti lívfrøðingur ella nakar av okkara fólkavaldu hava latið við seg koma. Er tað tí teir ræðast valdið hjá hjá landsdjóralæknanum?
Tá samanum kemur, vóni eg ikki, at orsøkin er, at eingin leggur í at verja føroysku náttúruna?
Einki er lættari enn at láta sum einki, tá man trýr, at tað man helst fara at ganga alíkavæl!
Frøðingar meta, at hvørja ferð 100 ymisk sløg av plantum, skordýrum, sogdjórum og fuglum verða innflutt til eitt land, so fer eitt av hesum sløgum at trívast og festa røtur.
Hetta vita so flest øll uttan landsdjóralæknin!
At enda vil eg nevna nøkur dømi av innfluttum eksotiskum djórum, sum hava haft, og enn hava stóran týdning í tí føroysku náttúruni.
Brún rotta (Rattus norvegicus): Kom upprunaliga úr Asia og Kina: Í samanlagt 239 ár hevur tann brúna rottan týnt í minsta lagið 75% av tí føroyska fuglastovninum so sum lunda, skrápi og drunnhvíta. Tey komandi 100 árini fer hon helst at kunna oyða eini 15-20% aftrat av teimum, ið enn eru aftir!
Húsvætti brúna (Hofmannophila pseudospretella): Kom upprunaliga úr Norðuramerika, og er í dag vanligt kring allar Føroyar. Tess ormverur eta nærum alt, og hava gjøgnum árini oyðilagt bæði klæði og mat fyri eitt stórt peningavirði.
Tjóvaklukka (Ptinus tectus): Kemur úr Australia og er í dag vanlig kring allar Føroyar, har hon ger sama skaða sum húsvætti brúna.
Flatmaðkurin (Artioposthia triangulate): Kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum og hetta er ein ólukka í mínum eygum!
Til ta tíð verðir eingin reyðmaðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki?
Morsniglinin (Arion lusitanicus): Kemur úr Spania. Ja, her krevst helst eingin nærri frágreiðing&
Vespurnar (Paravespula vulgaris): Krevja væl heldur ikki gjøllari frágreiðing!
Hesi fáu nevndu innfluttu eksotisku djór, koma úr so fjarskotnum londum sum Kina, Danmark, Australia, New Zealandi, USA og Spania - og øll tykjast trívast væl her á landi. Ja, eg havi hug at siga, betri enn væl og tað gera tey, hóast landsdjóralæknin sigur, at eg taki feil, og at eingi eksotisk djór trívast í Føroyum!
Eg haldi, at ein embætismaður, ið kemur við tílíkum útsagnum, er til óbótaligan skaða fyri ta føroyski náttúruna!
Hevði eg rátt á borgum, hevði eg biðið mannin stungið í sekkin beinan vegin!
Latum okkum ikki gloyma, at tað var júst sami maður, ið royndi at ræða lívið úr fólki við sínum ørvitistosi um fuglakrím. Hevði hann aleina rátt, hevði eingin heimafuglur verið í Føroyum í dag.
Eg tori ikki at hugsa um, hvussu endin hevði verið, høvdu vit ikki tá havt landslæknan og landsapotekaran sitandi hinumegin borðið til at at sissa og tálma fólk&