Òsemja um formansval í fólkaflokkinum

Ódemokratisk, kallar Rúna Sivertsen, mannagongdina, ið Fólkaflokkurin brúkar at velja formann. Anfinn Kallsberg heldur hinvegin, at mannagongdin illa fær verði meir demokratisk


Sambært viðtøkum fólkafloksins, er tað tingbólkurin, ið velur nýggjan formann. Soleiðis var eisini, tá valið til formanssessin herfyri stóð millum Bjarna Djurholm og Jørgen Niclasen, har tað endaði við, at Jørgen Niclasen varð valdur til formann. Og tað var júst tann støðan, ið fekk Rúnu Sivertsen at halda mannagongdina vera ódemokratiska. 



Skilur ikki atfinningarnar

Rúna Sivertsen vísir á, at av tí at tað bert eru tinglimir, ið kunnu atkvøða á formansvalinum, kundi Bjarni Djurholm ikki atkvøða fyri sær sjálvum, tí hann er landsstýrismaður. Hendan møguleikan hevði Jørgen Niclasen hinvegin, og brúkti hann eisini.

Hartil hevur skipanin við sær at, at ein ikki-fólkvaldur varamaður á tingi kann atkvøða, meðan ein fólkavaldur tinglimur, ið hevur átikið sær at fara í landsstýrið fyri flokkin, má frásiga sær hendan møguleikan, sigur Rúna Sivertsen.

Fyrrverandi formaðurin í flokkinum, Anfinn Kallsberg hevur tó ilt við at skilja atfinningarnar frá Rúnu Sivertsen

- Eftir mínum tykki fær skipanin við at lata tingbólkin velja formannin illa verðið meir demokratisk. Hetta er í øllum førum ein máti at tryggja sær, at øll valdømini er umboðað í atkvøðugreiðsluni, sigur Anfinn Kallsberg.

Hann dugir illa at síggja tað skilagóða í at lata landsstýrismenn sleppa at atkvøða út frá tí grundgeving, at tað skuldi gjørt valið meir demokratiskt.

- Um bæði landsstýrismaðurin og hansara varamaður skuldu atkvøtt, hevði sama valdømi havt tvær atkvøður, meðan onnur bert høvdu eina, minnir hann á. 



Ikki øðrvísi enn onnur mál

Rúna Siversten heldur tó framvegis, at tingbólkurin er eitt alt ov afturlatið og lítið forum til at taka ein so álvarsliga avgerð sum, hvør skal stjórna flokkinum.

- Havandi í huga, hvussu vit alla aðrastaðni í samfelaganum arbeiða fyri størri opinleika og gjøgnumskygni, haldi eg, mannagongdina við at lata tingbólkin velja formannin vera beinleiðis ótíðarhóskandi, sigur Rúna Sivertsen.

Í hesum sambandi minnir Anfinn á, øll okkara politiska skipan byggir á eina umboðsmentan.

- Vit lata jú hvønn dag okkara fólkavaldu politikarar taka avgerðir okkara vegna. Satt at siga dugi eg illa at síggja, at hetta málið skuldi verið so øðrvísi, sigur fyrrverandi formaðurin, sum minnir á, at viðtøkur floksins eru fylgdar neyvt í hesum sambandi.

Rúna Sivertsen sigur, at hon er fullgreið yvir, at flokkurin hevur fylgt viðtøkunum í hesum málinum, men tað merkir ikki, at spurnartekin ikki kann setast við hesar viðtøkur.

- Eg haldi at vit eiga at læra av hesum og nýta høvið til at broyta viðtøkurnar fyri formansvalið, sigur Rúna, sum sjálv heldur, at formaðurin eigur at veljast á landsfundinum.

- Tað hevði bæði verið meir demokratiskt, umframt at formaðurin hevði staðið munandi sterkari við einum breiðari valgrundarlagi, sigur hon. 



Sein reaktión

Um Rúna veruliga meinar, at spurningurin er so álvarsamur, at viðtøkurnar eiga at broytast, undrar tað Anfinn Kallsberg, at hon ikki hevur gjørt vart við sína ónøgd fyrr.

- Tað eru 14 ár síðani vit avgjørdu at broyta lógina soleiðis, at formaðurin skuldi veljast í tingbólkinum heldur enn á landsfundinum, tí tann mannagongdin var hildin at vera óneyðuga tung. Tí tykist tað sera løgi at Rúna nústani kemur í tankar um, at hon er ónøgd, sigur Anfinn Kallsberg.

Til hetta sigur Rúna, at øll árini, Anfinn Kallsberg hevur sitið sum formaður, hevur breið semja verið um, at hann skuldi halda fram. Tí er trupulleikin við mannagongdini ikki komin til sjóndar fyrr enn nú. 



Fegnast um nýggja formannin

Rúna Sivertsen leggur áherðslu á, at hennara atfinningar onki hava við úrslitið av valinum at gera.

- Eg eri sera glað fyri, at Jørgen Niclasen gjørdist nýggjur formaður í flokkinum. Hann er ein dugnaligur politikari við óvanliga góðum vilja og hegni til at finna loysnir. Eisini sum taktikari hevur hann gott tev fyri hvønn veg, politiska leiðin ber, sigur Rúna Sivertsen, sum ikki ivast í, at Jørgen Niclasen verður ein góður formaður fyri Fólkaflokkin.