hendan málverjan. Hann var og vandi við okkum fyri tveimum vikum síðani, og nú er tað so avgjørt, at hann skal spæla við okkum í vetur, sigur Ellindur Egilstrøð, formaður í Kyndli. Ein partur av málmanstr [...] tey um eitt enn sterkari manslið eisini. ? Viborg hevur júst keypt ein nýggjan málverja, og tað hevði gjørt tað enn truplari hjá mær at sloppið at spælt á besta liðnum. Tí er tíðin komin til eina nýggja [...] Viborg upp gjøgnum deildirnar, heldur tað verða eina spennandi uppgávu, sum hann hevur fingið. ? Hetta verður nakað heilt nýtt fyri meg, og eg gleði meg til hesa stóru avbjóðing, sigur hann við Ítrótt
Tórsvølli Seinastu tveir dystirnir á Svangaskarði vóru ein fragd hjá bæði áskoðarum og spælarum, tí úrslitni vóru góð og lagið á áskoðaraplássunum var sera gott. ? Vit kom at sita eitt sindur longri frá vøllinum [...] áskoðaraplássunum røttu litirnar. ? Vit leggja dent á, at øll kunnu koma í húsið leygardagin, tí hetta er ikki nakað tiltak bara fyri okkara limir. Tað eru bara vit sum skipa fyri, men øll kunnu verða
tað er stórur munur á at vera ein lítið vandur tvørámaður á næstbesta liðnum hjá teimum, og ein væl vandur 1. deildarspælari hjá HB. Venjarin hjá TB, Egil Steintórsson, er ein gamal málrevur. Onkuntíð hevur [...] hálvleikur var fimm minuttir gamal, men TB kundi einki gera við Súna Fríða, sum frá 85. og til 88. minutt skoraði trý av teimum sjey málunum. GÍ?FS Vágar 5?1 (2?0) Eingin ivi var um, at heimaliðið var betri [...] B36 2?7 (1?4) Kanska var tað eitt lítið sindur spennandi at vita, um B36 eftir ósigurin á heimavølli móti B68 aftur fór at snáva, og tá Allan Simonsen (hesa ferð var hann næstan eins vandamikil frammanfyri
bakhjólið nærum slokti eftir lærinum á mær, og um eg ikki fall av inn á gongubreytina, var eg fastur í tí. So gott sum somu hending var eg út fyri 23. í h.m., tá ein bussur hjá Bygdaleiðum yvirhálaði meg [...] bilum samstundis og er hetta, sum vera man, sera vandamikið fyri tann súkklandi. Í viðtalu við Dimmalætting 8/10-1997 segði landsverkfrøðingurin, at eingin súkklaði longur, og var hetta orsøkin til, at einki [...] støðuna, tí segði hann eisini: Tað er altíð loyvt at koma afturumaftur, og um ein metir seg at hava gjørt ein feil, rættar ein hann. Vónandi tekur stovnurin nú í egnan barm og ger nakað munagott við hesa
Dystirnir í morgin og mikudagin fara at geva ein ábending um, hvat av londunum fer at seta seg á næstfremsta plássið í bólki 9 ? okkara bólki. Hetta plássið kann geva atgongd í EM-endaspælinum í ár 2000 [...] krígnum, sum leikaði í frá 1992 til 1995. Tá føroyska landsliðið í fjør spældi EM-dyst í júst Sarajevo var eitt sindur av fýrverki á leikvøllinum undan dystinum. Tá visti eitt av starvsfólkunum á einum hotelli [...] er hann til reiðar at gera skjótt av, um boð koma heiman úr Skotlandi, har kona hansara skal eiga ein av næstu døgunum. Hann hevur fingið loyvi at fara heim, um tað skuldi hent, at barnið, sum sambært
onkra ferðina vóru ígjøgnum og vóru einsamallir við mær, so haldi eg, at tað var uppiborið, at vit skoraðu tvey mál seinnapartin av 1. hálvleiki. Uni Arge var meistari fyri báðum málunum. Hitt fyrra varð b [...] Uni Arge, sum í íslendskum fjølmiðlum í gjár var sagdur at vera besti maður á vølli, leggur afturat: ? Sigurin hevði sera stóran týdning fyri okkum. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at vit orduliga hava megnað [...] heimavøllurin hjá Vali er, og hugdu at føroyingunum, og lagið var gott, tá vit vóru í sambandi við Una Arge og Jens Martin Knudsen. Og tað var væl skiljandi, tí í triðji síðsta umfarinum vann Leiftur 4?2
dyr. Hetta segði Allan Simonsen, landsliðsvenjari, við Ítróttarsosialin stutt eftir at hann fyrrapartin í gjár var komin til Føroya. Og tá vit spurdu, um hann kendi seg æraðan av at hava fingið ein fyrispurning [...] sekkjaða mannin Allan Simonsen vil ikki taka dagar ímillum, hvat felag var tað besta at vera í. Hann var í trý ár í Barcelona, og so var hann nakrar mánaðir í Charlton í Onglandi, áðrenn hann aftur kom til [...] Tað er ein møguleiki fyri, at landsdystirnir móti Estlandi og Litava verða teir síðstu á heimavølli við Allani Simonsen við róðrið. Hetta gerst veruleiki, um Borussia Mönchengladbach, sum Allan Simonsen
seinna dystin. Jón Nielsen, sum er ein av teimum trimum málverjunum hjá VÍF, hevur góðar vónir til dystirnar, og hann heldur líkindini fyri nøkrum spennandi dystum vera stak góð. At karmarnir kring dystirnar [...] eydnaðist væl Herfyri hevði VÍF eitt dansitiltak við nógvum av teimum gomlu orkestrunum í Vestmanna, og hetta tiltakið eydnaðist stak væl, sigur Jón Nielsen. Haraftrat hava vit nakrar stak góðar sponsorar, sum [...] tað ber til at fáa tað at hanga saman, eisini tá ið man hevur venjingarleguna í Íslandi í huga. Hon var heldur ikki heilt ókeypis, men Jón sigur, at stuðulin hevur verið óførur, og haraftrat hava spælararnir
(VESTMANNA) Tá ið vestmenningar tóku lut í Europa Cup í 1984 móti russisku meistarunum, CSKA Moskva, var ein av leikarunum á liðnum Palli Joensen. Í dag er Palli skúlastjóri í Vestmanna, og hann er eisini pápi [...] táverandi formaður í VÍF, ringdi til mín og segði: Palli, veitst tú hvønn vit hava trekt ? og so var ein long pausa ? vit hava trekt CSKA Moskva. So tá gav tá ordiliga bakslag at royna at spæla smartur [...] nógv skjótari, enn hann var fyrr, men hann heldur ikki, at tann taktiski parturin er mentur nakað serligt seinastu árini. Tað tekniska er eisini ment nógv, sigur Palli, og hetta heldur hann serliga stavar
sjálvsøgd hugsan, at størsti týdningur skúlans var, at hann var føroyskur skúli - hin fyrsti skúlin í Føroyum, har móðurmálið var viðurkent og virt. Hetta var samstundis eisini orsøkin til ta mótstøðu, sum [...] uni, var skúlin tjóðskaparliga kveikjandi í hinum norðurlondunum eins og í Føroyum við. Í Føroyum kravdi undirvísing í samsvari við hendan andan sjálvsagt føroyskt lærubókatilfar, sum tá ikki var til. [...] fólkaræðisligu rørsluni, sum, eftir at einaveldistíðin var av, setti spurnartekin við stættarskipanina og gudagivna valdinum hjá fáum einstaklingum. Í Føroyum var háskúlin úrslit av tjóðskaparligu vekingini, sum