Bygdarfólkið ger tað møguligt

Hondbóltur: Uttan stuðulin frá bygdarfólkinum hevði tað verið ógjørligt at vera við í Europa Cup, sigur formaðurin í VÍF, Jón Nielsen, sum eisini er ein av leikarunum í 1. liðshópinum

(VESTMANNA) Er tað nakað, sum vestmenningar standa saman um, so er tað hondbóltsfelagið og kappróðurin í bygdini. Hvørja ferð at ítróttarfelagið skipar fyri onkrum tiltaki, so eru vestmenningar beinan vegin klárir til at veita eina hjálpandi hond, og er talan um eitt nú eydnuspæl, so stendur ikki á at fáa vinningar.

Alt bygdarfólkið stendur saman um felagið, og tað er tað, sum ger tað møguligt hjá okkum at fara við í altjóða hondbólt, sigur Jón Nielsen, ið er formaður í VÍF.


Dansitiltakið eydnaðist væl

Herfyri hevði VÍF eitt dansitiltak við nógvum av teimum gomlu orkestrunum í Vestmanna, og hetta tiltakið eydnaðist stak væl, sigur Jón Nielsen. Haraftrat hava vit nakrar stak góðar sponsorar, sum hava veitt góðan stuðul.

Jón Nielsen, sum hevur sitið í nevndini í VÍF í fýra ár, sigur, at tað er ikki nógvur peningur spardur við at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Vestmenningar gjalda finnunum eitt sindur av samsýning fyri at spæla í Føroyum, so alt í alt er lítið spart í hesum. Tað í alt verður roknað við, kemur Europa Cup luttøkan hjá vestmenningum at kosta felagnum nærum 200.000 krónur.

Tað er greitt, at luttøkan er eitt stórt tak fyri felagið, men formaðurin í VÍF ivast ikki í, at tað ber til at fáa tað at hanga saman, eisini tá ið man hevur venjingarleguna í Íslandi í huga. Hon var heldur ikki heilt ókeypis, men Jón sigur, at stuðulin hevur verið óførur, og haraftrat hava spælararnir verið raskir at hjálpt til, tá ið tørvur hevur verið á tí. Tað krevur tó hart arbeiði frá nevnd og øllum, sum vara av felagnum, at fáa alt at hanga saman, men higartil hevur tað víst seg at borið til.

Ein tann størsta útreiðslan hjá flestu hondbóltsfeløgum í Føroyum er hallarleiga. Her eru vestmenningar tó hepnari enn tey flestu, tí teirra leiga er ikki so høg sum so nógva aðrastaðnis.

Formaðurin í VÍF ivast ikki í, at tað fer at koma nógv fólk til dystarnar ímóti finska liðnum, og hann vónar, at úrslitið verður gott í kvøld, tí so kemur eisini nógv fólk til tann seinna dystin.

Jón Nielsen, sum er ein av teimum trimum málverjunum hjá VÍF, hevur góðar vónir til dystirnar, og hann heldur líkindini fyri nøkrum spennandi dystum vera stak góð. At karmarnir kring dystirnar vera í topp, man fáur ivast í, tí áskoðarafjøldin í Vestmanna er altíð sjónlig og hoyrist, og neyvan verður tað nakað undantak í so máta, nú VÍF aftur fer á vøllin í høllini í Vestmanna til enn eina altjóða roynd.