Týskarar vilja hava Allan Simonsen

Fótbóltur: Landsliðsvenjarin vísir ikki aftur, at hann kann gerast venjari í Gladbach, men hann roknar við at halda fram í Føroyum í tvey ár afturat

Tað er ein møguleiki fyri, at landsdystirnir móti Estlandi og Litava verða teir síðstu á heimavølli við Allani Simonsen við róðrið. Hetta gerst veruleiki, um Borussia Mönchengladbach, sum Allan Simonsen spældi við frá 1973 og fram til 1979, ger av at seta ein av størstu spælarunum hjá felagnum nakrantíð í heita venjarasessin, og um føroyski landsliðsvenjarin í samráði við Fótbóltssambandið tekur av tilboðnum.

Berlingske Tidende bar í gjár tíðindini um, at Allan Simonsen møguliga skal vera venjari í týska felagnum.

? Tað er rætt, at eg havi fingið ein fyrispurning frá fyrrverandi felagnum hjá mær. Eg havi svarað teimum, at eg fyri stuttum havi skrivað undir nýggja avtalu við FSF, sum er galdandi tvey tey næstu árini, men eg havi ikki sagt avgjørt nei til at taka uppgávuna uppá meg. Tað veldst um, hvussu málið fer at taka seg upp, og eg havi verið so mikið leingi við í yrkisfótbólti, at eg havi lært, at tú skalt ongantíð læsa dyr.

Hetta segði Allan Simonsen, landsliðsvenjari, við Ítróttarsosialin stutt eftir at hann fyrrapartin í gjár var komin til Føroya. Og tá vit spurdu, um hann kendi seg æraðan av at hava fingið ein fyrispurning úr Borussia, vendi landsliðsvenjarin sær soleiðis:

? Eg hevði nøkur framúr góð ár í Borussia, sum var fyrsta professionella felagið, sum eg spældi fyri. Nú eru tað onnur fólk, sum hava ábyrgdina av felagnum, enn tað vóru fyri tjúgu árum síðani og meiri enn tað, men teinurin úr Vejle og niður hagar er ikki so ógvuliga langur. Eg havi ofta vitjað í felagnum, og eg kenni fleiri teirra, sum hava við felagið at gera, so tað kennist næstan sum um tað er felagið hjá tær sjálvum, sum hevur havt ein følara úti. Men sum sagt, so er útgangspunktið, at eg eri og fari at vera venjari í Føroyum, og um nakað annað skuldi komið uppá tal, so fari eg sjálvandi fyrst av øllum at kunna Fótbóltssambandið, sum eg øll hesi árini hava havt so gott samstarv við.


Gylta tíðarskeiðið

Tað var eftir at Allan Simonsen hevði verið við danska landsliðnum á olympisku leikunum í Vesturtýskalandi í august 1972, at Borussia keypti átjan ára gamla snillingin úr Vejle. Allan Simonsen kom til týska felagið, sum tá taldist millum tey størstu, fyrst í 1973, og har var hann inntil í 1979, tá Barcelona legði nógvar pengar á borði og streyk avstað við gullfuglinum hjá Borussia, sum hevði vunnið týska meistaraheitið og hevði verið í Europa Cup finaluni fyri meistarar í 1977.

Tá spældu Allan og teir í Róm móti Liverpool, sum vann 3?1. Allan Simonsen skoraði málið hjá Borussia, og í desember hetta sama árið varð núverandi venjarin hjá føroyska landsliðnum kosin besti spælarin í Europa, m.a. í kapping við Kevin Keegan, sum nú er venjari hjá eingilska landsliðnum, og sum gjørdist ársins spælari í Europa árið eftir.


Vinmaður við sekkjaða mannin

Allan Simonsen vil ikki taka dagar ímillum, hvat felag var tað besta at vera í. Hann var í trý ár í Barcelona, og so var hann nakrar mánaðir í Charlton í Onglandi, áðrenn hann aftur kom til Vejle:

? Borussia er felagið, sum eg havi havt mest samband við, og har havi eg fleiri vinmenn, m.a. Rainer Bonhof, sum tíverri noyddist at fara úr venjarastarvinum nú, sigur Allan Simonsen, sum seinnapartin í gjár saman við føroysku landsliðsspælarunum fór at fyrireika seg til uppgávurnar í morgin og mikudagin.

? Nú er tað landsdysturin leygardagin, sum er á skránni, og so verður tað dysturin mikudagin. Tað eru hesar uppgávurnar, sum vit allir skulu savna hugsanirnar um nú, staðfestir Allan Simonsen.

Berglinske Tidende visti at siga í gjár, at umframt Allan Simonsen eru eisini kend týsk fótbóltsnøvn í uppskoti til uppgávuna at standa á odda í royndini at endurreisa fyrrverandi týska stórfelagið, sum flutti niður úr bestu deildini í fjør og sum nú er í tungum sjógvi í næstbestu deildini. Millum teir, sum saman við Allani Simonsen verða mettir sum møguligir avloysarar hjá Bonhof, verða nevndir Felix Magath og Klaus Augenthaler, sum er venjari hjá eysturríkska Grazer AK, sum fyri tveimum vikum síðani var í Føroyum og spældi móti KÍ.