Teir tríggir landsliðsmenninir, ið vinna fyri dagligt breyð í landssimadeildini, sum besta fótbóltsdeildin í Íslandi verður nevnd, tóku ikki lut í landsliðsvenjingini í gjár. Um tað gekk, sum roknað varð við, so skuldu teir koma til Havnar í gjárkvøldið, og tá høvdu teir verið leingi á ferð.
Triðji seinasta umfarið í íslendsku kappingini varð spælt mikukvøldið, og tá spældi Leiftur við Una Arge og Jens Martini Knudsen á útivølli í Reykjavík móti Vali. Seinni mikukvøldið hittu føroysku landsliðsspælararnir í Leiftri á sjómansheiminum Ørkini Allan Mørkøre, sum var komin úr Vestmannaoyggjunum, og teir hildu til á sjómansheiminum, inntil teir tíðliga í gjáramorgunin fóru til Keypmannahavnar, haðani teir seinnapartin í gjár skuldu fara til Føroya.
Einki er at siga til, at lagið var gott á landsliðsmonnunum, tá teir hittust í Reykjavík í fyrrakvøldið. Nú summarið er farið, og heystið við kulda, myrkri og vindi vinnur á ljósu og lýggju tíðini, man tað onkuntíð kennast eitt sindur einsligt í Vestmannaoyggjunum og á Ólafsfirði, har lívið er heilt øðrvísi um sumrarnar enn um vetrarnar.
Gott avrik á Líðarenda
Mikukvøldið hittu føroysku landsliðsspælararnir í Leiftri fótbóltshugaðar vinnulívsmenn, sum í hesum døgum eru í Íslandi á fiskivinnustevnu. Teir vóru á Líðarenda, har heimavøllurin hjá Vali er, og hugdu at føroyingunum, og lagið var gott, tá vit vóru í sambandi við Una Arge og Jens Martin Knudsen.
Og tað var væl skiljandi, tí í triðji síðsta umfarinum vann Leiftur 4?2 á útivølli móti Vali, sum við tapinum eftir øllum sólarmerkjum at døma er á veg niður í 2. deild. Valur er einasta felagið í Íslandi, sum altíð hevur verið í bestu deildini, men tey seinnu árini hevur tað ikki gingið nakað serligt, og í fjør var tað í yvirtíðini í síðsta dystinum, at teir bjargaðu atgongumerkinum til landssimadeildina í 1999. Í fimtanda umfarinum vunnu teir í Akranesi, og tí var spenningurin stórur, hvussu tað fór at hilnast móti Leiftri, sum tað hevur gingið eitt sindur upp og niður hjá:
? Teir lupu á við fullari ferð, og fyrstu tjúgu minuttirnar stóð nógv á hjá okkum. Teir komu á odda 1?0, og eg hevði sera nógv at gera, men so fór dampurin eitt sindur av teimum, og sjálvt um teir onkra ferðina vóru ígjøgnum og vóru einsamallir við mær, so haldi eg, at tað var uppiborið, at vit skoraðu tvey mál seinnapartin av 1. hálvleiki. Uni Arge var meistari fyri báðum málunum. Hitt fyrra varð brasiluimaðurin Santos skrásettur fyri, eftir at málverjin bara megnaði at hálvbjarga langskot frá Una Arge, og eitt sindur seinni eydnaðist tað hjá Una at skora úr sekstan metrum, greiðir Jens Martin Knudsen frá.
Og Uni Arge, sum í íslendskum fjølmiðlum í gjár var sagdur at vera besti maður á vølli, leggur afturat:
? Sigurin hevði sera stóran týdning fyri okkum. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at vit orduliga hava megnað at fingið tað at gingið eftir okkara høvdi ? tað vil siga at stýra dystnum og samstundis spæla uppá snarálop ? og so má eg leggja afturat, at tað kundi gingið øðrvísi, um Jens Martin ikki hevði ryst nakrar stórar bjargingar úr ermuni, tá teir fleiri ferðir vóru einsamallir ígjøgnum.
Í 2. hálvleiki økti Leiftur til 4?1, áðrenn vónsviknu heimamenninir pyntaðu um. Uni Arge skoraði til 3?1 úr sera spískum í høgru, og seinna málið, sum Santos gjørdi, verður í Íslandi mett sum eitt tað besta, sum teir nakrantíð hava sæð.
Í Leiftri hava teir ikki mist mótið um at røkka triðji fremsta plássinum, sum ber rætt til luttøku í UEFA Cup við sær, og teir halda seg hava møguleika fyri at fáa fulla úrtøku burturúr tveimum teimum seinastu dystunum, sum eru á heimavølli móti Grindavík og á útivølli móti Breiðabliki.
Jens Martin Knudsen verður framvegis mettur sum ein hin besti málverjin í landssimadeildini, og at Uni Arge er týdningarmikil liður í álopsspælinum siga hagtølini. Leiftur hevur fingið tjúgu mál, og føroyski landsliðsmaðurin hevur skorað átta av teimum. At Uni Arge í tveimum teimum seinastu dystunum hevur skorað tvey mál hvørja ferð man neyvan gera tað torførari hjá Allani Simonsen at velja makkara til Toda Jónsson.