Í kappingini eru ein heimildarfilmur og fimm spælifilmar, ið hvør í sínum lagi viðgera familjubond, kærleika, sjúku, list og leitanina eftir fótafesti í lívinum.
Tilnevningarnar til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026 eru nú almannakunngjørdar. Danmark, Finnland, Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki hava hvør sín film við í kappingini.
Filmarnir verða lagdir fram á altjóða filmsfestivalinum í Haugesund í Noregi í dag. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.
Føroyar: Birita
Føroyska uppskotið er heimildarfilmurin Birita eftir Búa Egason Dam. Filmurin fylgir navnframu sjónleikarakvinnuni Biritu Mohr, sum hevur Alzheimerssjúku, meðan ein føroysk sjónleikarfamilja fyrireikar eina uppseting av Lear kongi eftir William Shakespeare.
Búi Dam, sonur Biritu, stendur fyri leikinum og filminum. Hann velur mammu sína í høvuðsleiklutin, hóast hon ikki longur dugir at málbera seg sum áður. Verkætlanin reisir samstundis torførar etiskar spurningar um samtykki, umsorgan og rættin til framvegis at vera partur av tí lívi, sum hevur myndað ein.
Egi Dam, maður Biritu, roynir at finna javnvágina millum at vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó ein ljós og lívsjáttandi megi, sum ávirkar øll rundan um seg.
Birita er fyrsti filmur í fullari longd hjá Búa Dam. Jón Hammer, Durita Sumberg Poulsen og Mark Steele eru framleiðarar, Franklin Symphor Henriksen er fotografur, Ricardo Acosta hevur klipt, og amerikanski jazzgittarleikarin Bill Frisell hevur skrivað tónleikin. Filmurin hevði heimsfrumsýning á CPH í vár. Les meira hjá Filmshúsinum.
Síggj brot úr øllum tilnevndu filmunum niðanfyri:
##med2##
Danmark: Begyndelser
Danska familjudramað Begyndelser er leikstjórnað av Jeanette Nordahl, sum eisini hevur skrivað handritið saman við Rasmus Birch.
Ane og Thomas eru á veg til at verða skild, men hava enn ikki sagt børnum sínum frá avgerðini. Thomas ætlar at flyta saman við nýggju unnustu síni, tá Ane brádliga fær ein álvarsligan blóðtøpp í heilan.
Tey bæði verða tí noydd at búgva saman, meðan Ane stríðist fyri at endurvinna førleikar sínar og finna seg sjálva aftur. Støðan noyðir alla familjuna at endurskoða bæði framtíðina og tað sambandið, sum tey hildu vera liðugt.
Trine Dyrholm og David Dencik spæla høvuðsleiklutirnar. Filmurin hevði heimsfrumsýning í Panorama-skránni á filmsstevnuni í Berlin í 2025. Les meira hjá Danska Filmsstovninum.
Finnland: A Light That Never Goes Out
Finska uppskotið, A Light That Never Goes Out – á finskum Jossain on valo joka ei sammu – er fyrsti spælifilmurin hjá Lauri-Matti Parppei.
Filmurin snýr seg um 29 ára gamla Pauli, ein klassiskt útbúgvin floytuleikara, sum eftir eitt sálarligt samanbrot flytur aftur til lítla heimstaðin Rauma. Hann er ikki førur fyri at spæla og kennir seg miseydnaðan.
Har hittir hann Iiris, sum arbeiðir við royndarkendum tónleiki. Hon fær Pauli at skapa tónleik saman við sær, og í óskipaðu, ljóðligu royndunum finnur hin fullkomileikakrevjandi Pauli bæði troyst og eina nýggja leið.
Samuel Kujala og Anna Rosaliina Kauno spæla høvuðsleiklutirnar. Filmurin hevði heimsfrumsýning í ACID-skránni á filmsstevnuni í Cannes í 2025. Les meira hjá Finska Filmsgrunninum.
Ísland: The Love That Remains
Íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason stendur aftan fyri The Love That Remains, sum á íslendskum eitur Ástin sem eftir er.
Filmurin fylgir einari familju gjøgnum eitt heilt ár, meðan foreldrini fara hvør til sítt. Við skiftandi árstíðunum sum karm lýsir filmurin tær smáu, gerandisligu løturnar, har kærleiki, sorg, gleði og felags minnir framvegis binda familjuna saman, hóast hjúnabandið er farið sundur.
Saga Garðarsdóttir og Sverrir Guðnason spæla foreldrini, meðan børn Hlyns Pálmasonar spæla børnini í filminum. Filmurin blandar familjudrama og skemt og hevði heimsfrumsýning í Cannes í 2025.
Noreg: Affeksjonsverdi
Norska stórnavnið Joachim Trier er tilnevnt við Affeksjonsverdi, altjóða nevndur Sentimental Value. Hann hevur skrivað handritið saman við fasta samstarvsfelaga sínum, Eskil Vogt.
Sjónleikarakvinnan Nora og systir hennara, Agnes, verða aftur savnaðar við pápanum Gustav, sum hevur verið burtur úr lívi teirra í langa tíð. Gustav var einaferð ein kendur filmsleikstjóri og ætlar nú at gera eitt listarligt comeback.
Hann bjóðar Noru høvuðsleiklutin í nýggja filminum, men hon vrakar tilboðið. Í staðin gevur hann leiklutin til eina unga Hollywood-stjørnu. Filmurin viðger familjusár, listarligan arv og trupulleikan við at nærkast hvørjum øðrum aftur.
Renate Reinsve, Stellan Skarsgård, Inga Ibsdotter Lilleaas og Elle Fanning eru í fremstu leiklutunum. Les meira hjá Norska Filmsstovninum.
Svøríki: Kevlarsjäl
Svenski ungdómsfilmurin Kevlarsjäl – altjóða Kevlar Soul – er fyrsti spælifilmurin hjá Maria Eriksson-Hecht. Pelle Rådström hevur skrivað handritið.
Filmurin er ein lýsing av brøðralagi, har eldri beiggin noyðist at taka ábyrgdina, sum tey fráverandi foreldrini ikki megna. Samstundis sum hann upplivir sín fyrsta kærleika, skal hann verja yngra beiggja sín og hjálpa honum ígjøgnum vaksandi trupulleikar.
Josef Kersh og Rio Svensson spæla brøðurnar. Filmurin varð tilnevndur til sjey svenskar Guldbagge-virðislønir og vann tríggjar teirra, millum annað virðislønina fyri bestu leikstjórn. Les meira um filmin.
300.000 krónur til vinnaran
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur verið latin síðan 2002. Hon verður latin einum filmi, sum er rótfestur í norðurlendskari mentan, hevur høgt listarligt virði og er eitt heilstoypt verk.
Virðislønin er 300.000 danskar krónur. Peningurin verður býttur javnt millum handritshøvund, leikstjóra og framleiðara fyri at undirstrika, at filmur verður skaptur í tøttum samstarvi millum hesar høvuðsfunktionirnar.
Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober og fær seinni handað standmyndina Norðlýsið á hátíðarhaldi í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins í Helsinki.
Teir seks tilnevndu filmarnir verða í heyst sýndir á filmsstevnum og serligum tiltøkum kring Norðurlond. Í Føroyum verða sýningar í Norðurlandahúsinum 7.–10. oktober.










